Samgongan er dovnað og situr hendur í favn

Sonja Jógvansdóttir er avgerandi stuðul hjá samgonguni í Løgtinginum og í gjár gav hon samgonguni eina lítla skortfleingju

– Tað er harmiligt, at samgongan mestsum hevur sitið hendur í favn í seinastuni.

 

Tað sigur Sonja Jógvansdóttir, løgtingskvinna. Beint sum hendan samgongan varð skipað, fór hon úr Javnaðarflokkinum, men hevur boðað frá, at hon stuðlar samgonguni, tí hon leggur stóran dent á at forða fyri, at Fólkaflokkurin kemur framat valdinum aftur

 

– Í Roynd og veru er Jørgen Niclasen besta límið hjá hesi samgonguni, helt hon speiskliga fyri í gjár, tá ið løgtingið skifti orð um livikorini í Føroyum.

 

Men samstundis er Sonja Jógvansdóttir avgerandi atkvøðan hjá samgonguni, tí hon er so tepur, at uttan atkvøðuna hjá Sonju, missur samgongan meirilutan.

 

Og Sonja Jógvansdóttir staðfestir, at í fjør tók samgongan nøkur rættilig tøk fyri at bøta um støðuna hjá teimum fátækastu føroyingunum.

 

– Men í ár hevur samgongan slakað í sínum átøkum fyri teimum minnu mentu, staðfesti hon

eisini.

 

Hon ásannar, at nøkur fá hava fingið hægri lestrarstuðul og nakrar fáar barnafamiljur hava fingið ein serligan styrk

 

– Men tað eru nógv átøk, har samgongan kundi verið meiri miðvís, heldur tingkvinnan.

 

– Í undanfarnu samgongu vaks talið á føroyingum í fátækaváða úr 4000 fólkum, upp í 5000 fólk, og átøkini hjá hesi samgonguni hava í besta føri lækkað tað talið nøkur hundrað.

 

– Og í fíggjarlógini, sum er samtykt fyri í ár, eru nakrir ógvuliga veikir bólkar settir eftir.

    

Í hesum sambandi heldur hon, at fyritíðarpensjónistarnir, eru avgjørt tann ringa samvitskan hjá samgonguni, og hon heldur, at tað er skomm, at hendan samgongan onki hevur gjørt fyri at bøta um korini hjá fyritíarpensjónstum, sum eru á niðastu rókum.

 

– Tí mugu vit taka tann spurningin í størri álvara, sigur hon

 

Hon staðfestir, at tað kostar 80 milliónir at lyfta allir føroyingar úr fátækaváða og tær millionirmar mugu brúkasr miðvíst.

 

– Nakrar heilt fáar milliónir eru brúkar uppá at hækka lestrarstuðulin og nakrar heilt fáar milliónir eru brúktar til eitt serligt familjuískoyti til tey ,sum eru allarringast fyri. Samstundis er ein ávísur skattalætti latin til nakrar inntøkubólkar.

 

– Men tað stóra takið, hevur samgongan ikki tikið, tí tey við heilt lítlum inntøkum hava einki fingið  - og í ávísum førum eru fyritíðarpensjónistar enntá vorðnir fátækari tí gjaldið til samhaldsfasta hækkaði,  og tað er ikki nóg gott.

 

– Summi hava fingið tað betri og nøkur afturat fáa ein styrk. Men meinti samgongan nakað veruligt við hugtakið samhaldsfesti, skal nógv meiri til.  Og tað harmar meg, at samgongan mestsum hevur sitið hendur í favn í seinastuni, sigur Sonja Jógvansdóttir.

 

Hon sigur, at ein annar bólkur, sum er sera illa fyri, eru láglønt pør sum arbeiða, og ein triði bólkur eru nakrir stakir uppihaldarar. Somuleiðis eru tað eisini pensjónistar, sum hava lágar inntøkur, ið eru eina ringast fyri.