Jan Müller
Um løgtingsval hevði verið í hesi vikuni, so høvdu teir tríggir flokkarnir, sum eru við í fullveldissamgonguni, tilsamans fingið minni undirtøku, enn teir fingu á valinum 30. apríl í 1998. Tað vísir ein veljarakanning, sum Útvarp Føroya gjørdi yvir telefonina sunnukvøldið og mánakvøldið og sum teir kunngjørdu á middegi í gjár.
Kanningin er tann fyrsta, sum er gjørd í Føroyum, eftir at Hvítabók er komin fram, og eftir at løgtingið í síðstu viku viðgjørdi Hvítubók og frágreiðingina, sum landsstýrismaðurin í fullveldismálum hevði lagt fyri tingið.
Sambandið størst framgognd
Veljarakanningin hesa ferð er ein staðfesting av gongdini, sum hevur verið í teimum kanningum, ið hava verið gjørdar síðani løgtingsvalið. Tjóðveldisflokkurin , sum á valinum fyri hálvum øðrum ári síðani, gjørdist størstu flokkur, fær støðugt størri undirtøku, meðan undirtøkan hjá Sjálvstýrisflokkinum og serliga Fólkaflokkinum minkar nógv.
Sambandsflokkurin er tann flokkurin, sum sambært veljarakanningina, hevði havt størstu framgongdina, og hin stóri andstøðuflokkurin Javnaðarflokkurin, hevði eisini havt framgongd, um val hevði verið nú. Tjóðveldisflokkurin hevði framvegis verið størstur flokkur, og Javnaðarflokkurin hevði framvegis verið næststørsti flokkur í atkvøðum.
Fammaná
Einki er at ivast í, at úrslitið av veljarakanningini bendir á, at undirtøkan fyri fullveldisætlanini er ikki tann, sum samgonguflokkarnir hava viljað havt hana at verið, áðrenn teir fara niður til Danmarkar at samráðast við donsku stjórnina um framtíðar støðuna hjá Føroyum í danska ríkinum.
Samantalt hava teir tríggir samgonguflokkarnir undirtøku frá 48,1% av veljarunum, og tað er langt frá tí, sum skal til, um løgmaður skal hava trygd fyri, at fólkið fer at taka undir við tí, sum landsstýrið kemur aftur úr Danmark við. Løgmaður segði í tinginum í síðstu viku, at tað ikki ber til, at tað verður møguleiki fyri, at tað uppskotið, sum fer til fólkaatkvøðu, verður felt av fólkinum, aftaná at tað er samtykt í løgtinginum.
Tá vit vísa á, at 48,1 prosent av veljarunum taka undir við samgonguflokkunum og fullveldisætlanini, so eru allir veljararnir hjá hesum trimum flokkunum taldir við. Tað hevur ikki verið nøkur loyna, aog tað er ivaleyst komið fram í útvarpinum í gjárkvøldið, at nógvir fólkafloksveljarar ikki taka undir við fullveldisætlanini. Tað vil við øðrum orðum siga, at fullveldisætlanin hevur ikki undirtøku millum størsta partin av veljarunum.
Sosialurin fer at tríva í aftur kanningina í næsta blað.
Flokkur 30. apríl Nú Munur
Fólkaflokkurin 21,3% 17,6% -3,7%
Sambandsflokkurin 18,0% 23,3% 5,3%
Javnaðarflokkurin 21,9% 24,1% 2,2%
Sjálvstýrisflokkurin 7,7% 5,0% -2,7%
Tjóðveldisflokkurin 23,8% 25,5% 1,7%
Kristiligi Fólkfl. 2,5% 0,9% -1,6%
Miðflokkurin 4,1% 2,9% -1,2%
Íalt vórðu 974 fólk spurd. 109 teirra vistu ikki, hvat tey hvøvdu valt, um val til løgtingið hevði verið nú, hjá 12 er ikki upplýst, meðan hini 853 høvdu tikið støðu.