Samgongan blástemplar brot á stýrisskipanina

Nakrir fjølmiðlar hava borið fólkinum tey “tíðindi”, at løgmaður og landsstýrismaðurin í fíggjarmálum eru “fríkendir” fyri brot á stýrisskipanarlógina. Veruleikin er, at forkvinnan í landsstýrismálanevndini staðfestir, at teir greitt hava brotið stýrisskipanarlógina. Meðan samgongulimirnir í landsstýrismálanevndini blástempla framferðina. Men hevur samgongan hugsað um avleiðingarnar?

Høgni Hoydal
----

Síggi, at løgmaður á andlitsbókini (facebook) sigur seg vera “fríkendan” fyri brot á stýrisskipanina. Hetta í málinum, har hann og Jørgen Niclasen fóru til samráðingar við donsku stjórnina at biða um 150-200 mió. kr. afturat um árið úr Danmark + at upphæddin skal hækka hvørt ár. Uttan at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum.

Á Vágaportalinum og i Kringvarpinum verða somu søgur bornar ókritiskt fram um, at løgmaður og fíggjarmálaráðharrin skulu vera “fríkendir” av landsstýrismálanevndini. Nú veit eg ikki, um tíðindafólkini og løgmaður hava lisið frágreiðingina hjá landsstýrismálanevndini. Í øllum førum bera tey ikki allan sannleikan fram

Veruleikin er, at forkvinnan í landsstýrismálanevndini, greitt staðfestir, at løgmaður og fíggjarmálaráðharrin hava brotið stýrisskipanarlógina. Meðan umboðið hjá Sambandsflokkinum, Eivind Jacobsen. Og umboðið hjá Fólkaflokkinum. Jóan Magnus Rasmussen, siga, at teirra egnu floksformenn hava ikki brotið stýrisskipanina.

Samgongan verjir sínar egnu
Hetta kemur helst ikki óvart á nakran. Tá samgongan hevur meirilutan í landsstýrismálanevndini, so ber jú altíð til at verja síni egnu partafólk. Men hetta er eitt álvarsmál, hóast nógv hava lyndi til bara at sláa tað upp í glens og kalla tað grenj. Ella at leypa á kæraran, sum er undirritaði.

Tí tá Stýrisskipanarlógin verður brotin, hevur tað djúptøknar avleiðingar fyri alt fólkaræðið og samfelagið. Og fyri valdsbýtið millum Landsstýrið og Løgtingið í øllum málum. Ikki bara hesum. Um tey, sum sita á ovastu álitissessum, ikki halda stýrisskipanina, so rakar tað okkum øll. Uttan mun til hvør situr við valdið.

Tí hvat snýr málið seg um? Og er tað yvirhøvur serliga innviklað?

Eitt sera einfalt mál at taka støðu til
Nei, málið er so sára einfalt! Í stýrisskipanarlógini §54 stendur soleiðis:

§54. “Løgtingið velur millum løgtingsmenn eina Uttanlandsnevnd við sjey limum, sum landsstýrið ráðførir seg við, áðrenn avgerðir verða tiknar, ið hava stóran uttanlandspolitskan týdning.
Stk.2. Somuleiðis skal landsstýrið ráðføra seg við hesa nevnd í sambandi við samráðingar við ríkismyndugleikarnar av stórum týdningi fyri viðurskiftini Føroya og Danmarkar millum.”

Hví er ásett í lógini, at landsstýrið SKAL – ikki kann – ráðføra seg við Uttanlandsnevndina í málum av stórum týdningi mótvegis øðrum londum?

Jú, tað er tí, at ein løgmaður og eitt landsstýri ikki bara kann seta umdømið, rættindini og framtíðina hjá føroyska fólkinum í váða mótvegis øðrum londum, uttan at tað fólkavalda Løgtingið hevur høvi at siga sína hugsan og viðgera málið. Annars ber jú til hjá einum landsstýri at samráðast um at taka av fiskimarkið, at geva ognarrættin til undirgrundina frá okkum – ja, at fara í kríggj, uttan at Løgtingið umboðandi fólkið hevur havt høvi at viðgera tað.

Hevur málið týdning ella ikki?
Tað valdar ongin ivi um, at løgmaður og fíggjarmálaráðharrin ráðførdu seg ikki við Uttanlandsnevndina, tá teir fóru til Danmarkar at samráðast um at hækka blokkstuðulin.

Einasti spurningur í hesum máli er altso: Hevur tað stóran týdning fyri viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, at fara til samráðingar at biða um 150-200 mió.krónur um árið + at hendan upphædd skal hækka á hvørjum ári?

Um málið hevur stóran týdning, so hevur landsstýrið brotið stýrisskipanarlógina. Hevur málið ikki týdning, so er stýrisskipanarlógin ikki brotin. So einfalt er málið.

Forkvinnan í landsstýrismálanevndini sigur, at sjálvsagt hevur tað stóran týdning. Hetta málið ávirkar allan føroyskan politikk, framtíð, sjálvstøðu, stoltleika, umdømi, rættindi og leggur meira vald til Danmarkar. Tí er ongin ivi um, at løgmaður og fíggjarmálaráðharrin hava brotið §54 í Stýrisskipanarlógini við ikki at ráðføra seg við Uttanlandsnevndina, áðrenn teir fóru til Danmarkar at biða um pengar.

Ongan týdning at bidda pengar?
Fólkafloksumboðið í landsstýrismálanevndini sigur, at málið hevur ikki stóran týdning, og tí kann ikki staðfestast brot á Stýrisskipanarlógina. So vita vit tað. Fólkaflokkurin heldur tað altso ikki hava týdning at fara til Danmarkar at biða um pengar. Vit kunnu bara hugsa okkum, hvat til dømis stovnarin av Fólkaflokkinum, Jóannes Patursson, hevði sagt um slíka niðurstøðu frá fólkafloksumboði.

Og sambandsumboðið sigur, at tað hevur heldur ikki stóran týdning at biða um 200 mió. kr. afturat um árið úr Danmark + meira pengar hvørt ár. Og tí hevur landsstýrið ikki brotið stýrisskipanarlógina, sigur Sambandsflokkurin. Tað er sanniliga áhugavert. Harvið sigur sambandsumboðið, at tað einasta vallyftið, sum Sambandsflokkurin fór til val uppá. Og at tað málið, sum tey hava brúkt helst meira enn tríggjar fjórðingar av allari síni politisku orku uppá síðani 1998, hevur ongan týdning.

Politiskt kann eg tí sum formaður í Tjóðveldi bæði harmast og fegnast. Harmast um, at Fólkaflokkurin er vorðin ein av okkara fremstu sambandsflokkum. Og fegnast um, at Sambandsflokkurin nú loksins hevur viðgingið, at teirra egnu vallyfti og alt tað, sum tey hava bygt sín politikk á, hevur als ongan týdning.

Fólkaræðið verður undirgrivið
Men fyri fólkaræðið – sum er tað, ið hetta málið snýr seg um – eiga vit øll at harmast. Tí við niðurstøðunum hjá samgonguumboðunum í landsstýrismálanevndini, so hevur Løgtingið og fólkið mist vald og ávirkan. Frameftir kann ein løgmaður ella ein landsstýrismaður fara til Danarkar ella til eitt annað land at avreiða rættindi, vald og sjálvsvirðing hjá føroyska fólkinum, uttan at fólkavalda Løgtingið verður eftirspurt.

Loyvi mær at ivast stórliga í, um samgongan hevur hugsað um avleiðingarnar av sínum frá hondini í munnin – politikki. Og loyvi mær at ivast í, um nakað mál er heilagt hjá hesi samgongu.

Og eg undrist á, hvar løgfrøðingarnir í hesum landi eru. Torir ongin veruliga at siga sína hugsan mótvegis sitandi valdinum?