Samgongan biðjur ung rýma av landinum

Hetta má broytast so at tey ungu framvegis vilja vera í Føroyum.

 

– Tað kom óvart á okkum í Meginfelagi Føroyskra Studenta, MFS, at samgongan ætlar at skarva eina heila millión av játtanini hjá FRóðskaparsetrinum. Hetta sæst í álitinum til fíggjarlógina, har umboðini fyrii samgonguna, og Miðflokkin, mæla til at játtanin til Fróðskaparsetrið

 

Hendan samgongan hevur støðugt ført seg fram við tí, at nú skal dentur leggjast á útbúgvingar og at umstøðurnar hjá fólki, sum vilja útvbúgva seg í Føroyum, skulu verða betri.

 

Men í MFS halda tey, at hetta eru bara tóm orð, nú samgongan ætlar at skarva eina millión av játtanini til Fróðskaparsetrið.

 

– Tað eru nógv fleiri, sum seinastu árini eru farin undir hægri lestur í Føroyum, og nýggjar útbúgvingar eru settar á stovn á Setrinum.

 

– Hetta er ein jalig gongd, sum má halda fram, men tað, sum Fíggjarnevndin nú ger, er at siga við ung: Vit vilja ikki hava tykkum her, farið onkra aðrastaðni og útbúgvið tykkum, siga tey í MFS.

 

 

– Tað er ongin ivi um, at tá Setrið verður niðurraðfest eina heila millión, fer tað at merkjast og tað er eitt týðiligt tekin til tey ungu, leggja tey afturat.

 

Tey kunnu ikki ímynda sær, at samgongan fer at taka undir við ætlanini hjá Fíggjarnevndini um at niðurraðfesta Setrið eina heila millión.

 

– Allir flokkar í samgonguni fóru til val uppá at menna hægri lesnað, men samtykkir samgongan tað, sum fíggjarnevndin mælir til, vóru hetta bert føgur orð, sigur Torstein Jóhannes Fríðfinsson, og tað eru vit vónbrotin av.