Sum tingmaður búsitandi í Eysturoynni eri eg, saman við øllum hinum Eysturoyar tingmonnunum, fegin um, at Eysturoyggin hevur fingið eina so stóra og eftir míni metan, rættvísa íløgujáttan í landsveganetið fyri 2010.
Samgongan hevur sett av pengar til hesar íløgur til nýgerð av landsvegnum í Eysturoy í 2010:
Skálabotnur – Strendur, 2,4 mió.
Vegurin omanfyri Skálafjørð 8,0 mió.
Vegagerð í Leirvík, 5,0 mió.
Rituvíkarvegurin 3,5 mió.
Brúgvin um Streymin 7,0 mió.
Skálafjarðartunnilin (ráðg.) 1,1 mió.,
ella í alt 27 mió. kr.
Andstøðan.
Sjálvt um tíðindamaðurin saman við tinglimum í andstøðuni, roynd at geva andstøðuni ein ráka av ávirkan í Degi og Viku týskvøldið, so er hetta ein hvørvisjón, tí veruleikin er tann, at somu tingmenn og flokkar, “læstu seg sjálvar úti” fyri einum ári síðani og standa nú úti á berajólum, uttan nakra ávirkan á hvørjar íløgur verða gjørdar í 2010, men eg vóni og vænti, at teir koma at taka undir við uppskotinum viðv. íløgunum í Eysturoynni.
Skálafjarðartunnilin.
Tað undraði, at íløgan í Skálafjarðartunnilin ikki varð viðgjørd í innslagnum, tí hon kemur at hava kollveltandi positiva ávirkan á umhvørvið og alt miðstaðar-økið. Men kann orsøkin vera tann negativi holdningurin, hesir flokkar hava til, at eitt privat felag fær loyvi til at gera og reka tunnilin fyrstu árini?









