Tað skapti álvarsligar spenningar í samgonguni, tá ið teir báðir Heðin Mortensen og Kristin Michelsen, Javnaðarflokkurin, mæltu til at beina málið um at loyva samkyndum at giftast, aftur í nevnd.
Júst nú situr samgongan á kreppufundi. Tingfundurin er niðurlagdur, meðan samgongan fundast í fundarhølinum uppi á tinghúsloftinum.
Serliga tinglimir úr Tjóðveldi eru í øðini, tí løgmaður ikki megnar at fáa sínar tinglimir at hava áralag saman við hinum.
Tingfundurin verður uppafturtikin seinni í kvøld og tá sæst hvør støðan er, men júst stendur nógv á samgonguni.










