Samfylking nýggjan formann

Aksturvinnufelagið Samfylking hevði ársaðalfund í síðstu viku.

Uppmøtingin var góð. Mál, ið høvdu við hýruvognsvinnuna at gera vóru viðgjørd. Stórt sæð vóru limirnir nøgdir við núverandi umstøður at arbeiða undir. Tó eru smá mál, ið arbeiðast skal víðari við. Formaður felagsins síðan 1999, Birgir Enghamar, boðaði frá, at hann tók ikki við afturvali, og í hansara stað var Magnus Fuglø valdur. Hini í nevndini tóku við afturvali. Tey eru, fyri bilstøðina Bil: Axel í Skorðastovu og Niels Thomsen. Fyri bilastøðina Auto: Dánjal Norðfoss og Torfríða Enghamar. Eykalimir eru, Eilif Berg fyri bilstøðina Bil og Regin Enghamar fyri bilstøðina Auto. Magnus Fuglø var eisini formaður frá 1993-98.