Ringa veðrið ávirkar samferðsluna í morgun.
Strandferðslan boðar frá, at vegna vánaliga veðurforsøgn sigldi Ternan ikki túrarnar av Havnini klokkan 06:55 og klokkan 07:55 og av Nólsoy kl. 07:20 og kl. 08:20 týsmorgunin. Næsti túrur sambært ferðaætlanini er ikki fyrr enn klokkan 12:30 av Havnini.
Somleiðis hevur Teistin ikki siglt í morgun. Strandferðslan sigur, at um viðrar, sov erður roynt aftur at sigla av Skopun klokkan 10:30
Somuleiðis hava fleiri leiðir hjá Bygdaleiðum avlýst í morgun.