Samferðsluhavnin á Trongisvágsfirði og Hov-Øravík tunnilin

Tað er sera harmiligt , at hesi omanfyri nevndu mál sum eru av alstórum framtíðar týdningi fyri infrakervið í Suðuroynni , nú síggja út til at blíva ein politisk kastibløka , havandi í huga tað sjálvfylgiliga í at tey við eini sparing uppá uml. 45 mio krónur verða gjøgnumførd samstundis.
Ein kann so spyrja seg sjálvan :

?Hví kann NCC ikki saman við føroyskum byggivirkjum fáa arbeiði at gera uppá fastan prís ??
Tað verður ført fram at leveringstrygdin ikki skal verða góð nokk men neyvan kann nakar ivast í , - at eitt virkið av NCC´sa stødd, uttan trupuleikar kann geva fast tilboð og veita leveringstrygd/liðugtgerðstrygd fyri Øravík/Hov tunnilin

?NCC hevur sagt í vinnunevndini, at teir kunnu byrja í mai mánaði í ár, og verða liðugir við alt arbeiði um 20 mánaðir.

?NCC hevur eisini víst sína dygd og dugnaskap í samband við arbeiði uppá Vágatunnilin.

?Eg loyvi mær at spyrja - er tað ein trupulleiki at t.d. játta tann neyðuga peningin til byrjan av Hov ?Øravík tunnlinum beinanvegin, - tá tað yvir tímar ber til at játta til onnur økir í landinum uttan himpr?
Tað eru sum er settar 7 mio á fíggjarlógini í ár til at byrja hesa tunnilsgerð við í ár.
Skal øll ætlanin framskundast, so skal meirjáttan til í ár og komandi ár - men tað kann neyvan verða nakar trupulleiki ? allir kassar eru á tremur verður sagt úr figgjarmálastýrinum.

Verklagslógir eru blivnar gerandiskostur , - so hvat skuldi verið galið við eini slíkari, í hesum fyri Suðuroynna so umráðandi máli? um politiski viljin er tilstaðar og tað hevur avgerðin hjá eini stórt sæð samdari vinnunevnd víst at hann er.
NCC, tíðindaskrivið og Norðoyatunnilin:
Skilji eisini sera væl, at NCC kemur út við einum tíðindaskrivi við tí í komið er - tí tað sær út til at ávísar kreftir royna at blaka grús í maskinaríið í samband við Norðoyatunnils verkætlanina har teir upprunaliga skuldu gera hesa ætlan, men nú skal hon bjóðast út.
Spyrjast kann HVÌ skal ætlanin nú bjóðast út?? Er POLITIKKUR eisini komin í hetta málið?
Hvør sigur at ætlanin verður bíligari við at bjóða hana út ? tað verður kanska øvugt ?
NCC vil heilt greitt ikki gerast partur av einum politiskum talvi og hvør vil tað - skilji teir sera væl.
Vinnunevndin, Samferðsluhavnin og Hov ?Øravík tunnilsætlanin:
Viðvíkjandi HOV?ØRAVIK tunlinum og samkoyring av hesi ætlan við SAMFERÐSLUHAVNINA á Trongisvágsfirði, so er ongin ívi um at Vinnunevndin hevur gjørt sær ómak og sett seg væl inn í viðurskiftini í samband við hesar báðar byggingar, og at úrslitið er tað, sum nú er komið fram, undrar als ikki.
Øll skuldu annars verið glað fyri sparingar uppá 45 mio kr. í verkætlanini- tað er sjálvdan, um nakrantíð, komið fyri í føroyskari almennari bygging, at tær eru vorðnar bíligari, so lat hetta verða eina byrjan.
Ístaðin fyri at bara seta seg uppafturá og grenja, so haldi eg at hesir almennur "kongar" ístaðin skulu bróta uppum armar og vísa í verkið at tað ber til, - tí tað ber til at fáa hesar báðar ætlanir at hanga saman, - men hinvegin, um viljin til verkið ikki er tilstaðar, so er skriftin á vegginum greið.
Tað ber til at fáa eina atløgusíðu og væl meir enn tað liðugt til Smyril er liðugur, tað er púra greitt og um so skuldi verið at við koma nakrar fáa mánaðir seinka ígjøgnum alla ætlanina, t.d. at verjugarðurin ikki er heilt liðugur til tíðina ? HVAT SO??
Tað er ongin skandala hend av teirri orsøk og Kristin Mikkelsen, borgarstjóri kann sova trygd, - skipið ivist eg ikki í sleppur at tá tað skal.
Landsverkfrøðingurin og kanningar av nýggju linjuføringini:
Tað er eitt sindur óskiljandi at LV ikki longu er farin ígongd við umtalaðu kanningarnar nú skjótt 3 mánaðir er farnir síðan hendan nýggja linjuføringin er komin innaftur í myndina.
Tað eru 7 mio settar av í ár til byrjan uppá tunnilin Hov-Øravík, so her er at fara í gongd straks við neyðugar kanningar, so ætlanin kann fremjast skjótast tilber.
Annars havi eg skilt, at NCC eisini gjørt greitt , at teimum nýtist ikki nakrar aðrar forkanningar áðrenn byrjast kann.
Spyrjast kann tí um tað at gera fleiri kanningar so ikki einans er ein "politisk" roynd at forhála og forpurra ætlanina við at áleggja LV at gera fleiri kanningar?
Verður fastur prísur incl. AB92 ,§ 15 fyrivarnini og leveringstrygd givin samb. Galdandi reglum, so er ilt at fáa eyga á hvar trupulleikin er.
Játtanarkarmurin hjá landsstýrismanninum í vinnumálum
Tá Vinnumálaráðharrin tosar um játtanarkarmar, so er tað rætt, men enn havi eg ikki í mínum unga politiska lívið sæð nakað tekn í sól og mánað, har tað ikki hevur borið til hjá sitandi samgongu ikki at kunnu víðka hesar karmar við eykajáttanum, verklagslógum og ørðum kreativum loysnum tá á stendur at finnað pening - so brúkið tit eisini tykkara kreativu evnir í hesum sambandi og finnið neyðuga peningin í ár og á komandi fíggjarlóg.
Latið verða við at gera hesi mál til eina politiska kastibløku, men verið ístaðin villigir til at finna ein virðiliga loysn á málinum.