Stendur tað til landsstýrismannin í samferðslumálum, Bjarna Djurholm, verður farið undir at gera samferðsluhavn á Kallsoynni til várs. Sambært uppskotinum skulu í mesta lagi 21 milliónir krónur játtast til ferjuleguna, ið skal vera liðug á sumri í 2004.
Í fíggjarlógaruppskotinum fyri næsta ár er 14 milliónir krónur settar av til samferðsluhavnina í Syðradali. Undir orðaskiftinum í løgtinginum, tá málið kom til 1.viðgerð fríggjadagin, segði Bjarni Djurholm, at átrokandi neyðugt er at játtanin næsta ár verður tær 14 milliónirnar, tá avtornar og fíggjarlógin er samtykt. Landsstýrismaðurin vísti á, at um skarvað verður av játtanini, so er einki endamál at bjóða arbeiðið út beinanvegin, tí ætlanin er at fáa sum mest av arbeiðinum gjørt summarhálvuna. Síðan er ætlanin at játta tær írestandi sjey milliónirnar í 2004.
Verkætlanin við samferðsluhavnini í Syðradali á Kallsoynni fevnir um eitt norðara og eitt sunnara grótkast, ferjulegu við bilbrúgv, atløgusíðu og tilhoyrandi havnaøki. Eisini er ætlanin at breiðka vegin oman móti havnaøkinum, og er hetta partur av verkætlanini. Av tí at talan er um landshavn verður tað landið, ið fer at hava ábyrgdina av at halda hana viðlíka.
Ætlanin hjá Bjarna Djurholm er at lata Landsverkfrøðingin bjóða arbeiðið út í tveimum. Landsverkfrøðingurin skal bjóða eina avmarkaða verkætlan út, har atløgusíðan er stytt úr 40 til 35 metrar og har eingin stabbi verður gjørdur fyri endan á gamla piri. Tó verður eisini biðið um eitt eykatilboð, um hesi arbeiði skulu takast við í verkætlanina. Landsstýrismaðurin metir, at tá tilboðini eru komin inn, skal metast um, hvørt tað loysir seg at gera 40 metra atløgusíðu og ein stabba á gamla pirin. Ein meting hjá Landsverkfrøðinginum vísir, at umleið fýra milliónir krónur eru á muni millum verkætlanirnar.
Verður bíligari loysnin gjørt, verður ferjulegan best egnað til skip á stødd við Sam, meðan dýrara loysnin fer at gera tað møguligt hjá størri skipum at sigla á Syðradal.
Eftir 1.viðgerð fríggjadagin varð málið beint í Vinnunevndina.










