Seinastu dagarnar hevur tað verið nógvur vindur, sum til tíðir leggur landið lamið.
Samferðslan er eitt tað fyrsta, ið veðrið ávirkar og soleiðis er eisini hesuferð.
Smyril mátti útseta ein túr, ið skuldi fara í gjár, til í morgun.
Heimasíðan hjá Strandfaraskip Landsins sigur, at fyribils er heldur eingin sigling til Skúvoyar og leiðin til Svínoyar og Fugloyar verður heldur ikki sigld fyribils.
Vindurin skal minka út á dagin, so vónandi kemur alt í rættlag aftur skjótt.