“Í samráð við fakfólkið á skúlaøkinum eigur fólkaskúlin at verða endurskoðaður bygnaðarliga, viðvíkjandi lærugreinasamanseting og skipan av skúlaári. Førleikarnir at skilja og luttaka í fólkaræðinum eigar at verða styrktir frá barnsbeini”.
Soleiðis stendur skriva í samgonguskjalinum hjá sitandi samgongu. Fyrsta ítøkiliga stigið mótvegis hesum er, at samfelagsfrøði skal koyrast inn sum lærugrein í fólkaskúlanum.
Í fyrst atløgu er ætlanin at gera eina royndarskipan í trý ár. Samfelagsfrøði verður koyrt inn í sjeynda flokk komandi skúlaár við tveimum undirvísingartímum um vikuna, ið koma omaná núverandi tímatal. Skúlaárið verður tað í áttanda árgangi og til seinast í nýggjunda.
Tað verður koyrt sum ein royndarskipan í trý ár fyrst so møguligar tillaðingar kunnu gerast áðrenn mælt verður Løgtinginum til at gera eina lógarbroyting.
- Vit hava arbeitt við at orða námsætlanina og tilfarið til lærugreinina og tað fer at verða liðugt nú. Eisini skulu vit fáa samfelagsfrøði inn sum linjufak á læraraskúlanum, sigur Rigmor Dam.
Rigmor Dam sigur, at grundarlagið undir tilfarinum verður evnið fólkaræði við øllum tí, sum tað inniber. Tað verður gjørt fyri at styrkja fatanina hjá næminunum um hvat fólkaræði og ígjøgnum undirvísing, kjak og spurningar, skulu teir ogna sær innlit í nútíðarsamfelagið.
- Tað var umráðandi at fáa pening á fíggjarlógini og tað fingu vit, so vit kunnu arbeiða víðari við hesum, sigur Rigmor Dag.
Játtaðar vórðu 600.000 krónur á fíggjarlógini til at royndarkoyra samfelagsfrøði í fólkaskúlanum.