Samfelagið fær ikki optimalt burturúr

– Manglandi fiskivinnupolitikkur ger, at makrelfiskiskapurin ikki verður skipaður á besta hátt fyri samfelagið, sigur Fiskivinnuráðið í hoyringssvari

– Manglandi fiskivinnupolitikkur ger, at makrelfiskiskapurin ikki kann skipast á besta hátt fyri samfelagið, sigur Fiskivinnuráðið í hoyringssvari.

 

Fiskivinnuráðið er sannført um, at atlitið um størst møguliga virðisøking best verður rokkið, um allur makrelfiskiskapurin verður skipaður við eginkvotum.

 

Í síni kunngerð leggur landsstýrismaðurin upp til, at aftur í ár vera tað bara nótaskipini, sum fáa eginkvotur, meðan hinir skipabólkarnir fiska av felagskvotu við hámarki.

 

Sambært uppritinum til kunngerðina verður ikki mett rætt og skilagott, við verandi lógargrundarlagi, at býta alla makrelkvotuna út sum eginkvotur, tí at talan gerst um at binda seg inn í framtíðina. Í sínum tilmæli sigur Fiskivinnuráðið seg skilja, at her verður hugsað um, at eginkvotur sambært lógini eru knýttar at gildistíðini hjá veiðuloyvunum.

 

– Vantandi politiska støðutakanin til, hvat skal henda við veiðuloyvunum eftir 2018, gerst tí ein forðing fyri, at makrelfiskiskapurin verður skipaður á ein hátt, sum gagnar føroyska samfelagsbúskapinum best, sigur Fiskivinnuráðið.

 

Sambært uppskotinum til kunngerð fáa trolararnir í bólki-2 eina felagskvotu á tilsamans 22.500 tons. Hvørt skip fær í mesta lagi 2250 tons at fiska.

 

Fiskivinnuráðið staðfestir, at reguleringin av felagskvotuni við hámarki fyri serliga hendan bólkin kann væntast at føra til olympiskan fiskiskap og ein verri virðisvøkstur, enn um reguleringin var øðrvísi. Orsøkin er, at hámarkið er sett so mikið høgt, at ein minni partur av skipunum í bólkinum kann fiska alla kvotuna.

 

Somuleiðis verður víst á, at leisturin hjá landsstýrismanninum í ringasta føri kann føra til kappfisking, og tað gongur út yvir møguleikarnar at fáa sum mest burtur úr rávøruni.

 

Reiðarafelagið hevur umrøtt spurningin, um fiskiskapurin hjá trolarunum í bólki-2 kann byrja seinni enn kunngerðin kemur í gildi, ætlandi fríggjadagin ella fyrst í næstu viku. Tað skal gerast fyri at forða fyri kappfisking í ringastu tíð, meðan prísurin er lágur og vandin fyri uppíblandi av sild er størstur.

 

Stórur meiriluti av skipunum í bólki-2 siga seg taka undir við, at trolararnir ikki byrja at fiska sín part av makrelkvotuni fyrr enn mánadagin 21. juli.

 

Fiskivinnuráðið er mannað við umboðum úr fiskivinnuni á sjógvi og landi. Uppgávan hjá ráðnum er at ráðgeva landsstýrismanninum í fiskivinnumálum, sum sambært lóg skal leggja týðandi fiskivinnumál og øll uppskot til lógir og kunngerðir, sum hava við fiskivinnuna at gera, fyri fiskivinnuráðið til ummælis.