Samráðingar
Arbeiðarafeløgini, sum samráðast um nýggjan sáttmála, vilja hava lønarhækking í krónum heldur enn í prosentum. Tey føra fram, a t prosentparturin av eini arbeiðaraløn er nógv minni enn av eini stjóraløn.
?Tað nyttar einki at fara í handilin at keypa fyri prosentir, sigur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag. Vit vilja hava sama krónutal, sum onnur, ið longu hava gjørt sáttmála, hava fingið. At tosa um prosentir mugu vit ganga burtur frá, tí tað er stórur munur á tíggju prosentum av 22.000, - krónum og tíggju prosentum av 16.000,- krónum, sigur hann.
Hann vísir á, at tað, sum keypast og brúkast skal, er líka dýrt fyri ein, sum hevur lága løn, sum tað er fyri ein við høgari løn. Og við at samráðast um prosent verður lønarmunurin bara at vaksa alla tíðina, vísir hann á.
?Vit vilja ikki standa model til, at okkara limir dragna afturút, og beinleiðis enda sum ein lægri stattur í samfelagnum, enn onnur eru, sigur Hans Joensen.
Í samband við samráingarnar, sum eru í gongd, sigur Hans Joensen, at støðið er lagt. Okkurt felag hevur gjørt sáttmála, og onnur fara so sjálvandi at leggja seg upp at tí. Men at tosa um prosent vísr hann aftur.
?Tað verður tosað um krónur, tí tað eru tær, vit skulu keypa fyri, staðfestir hann.
Um sjálvar samráðingarnar vil hann ikki siga nakað beinleiðis, meðan samráðst verður. Ikki annað enn, at tað ongur, sum tað plagar. Ein avgerandi munur er tó, og hann er, at hesaferð samráðast øll arbeiðarafeløgini í landinum saman, og tey standa sum ein maður í sínum kravi.