Samfelag fyri øll

Gáttir, smalar hurð­ar, trappir og ójavnt lendi gera atkomumøguleikarnar truplar fyri fleiri av okkara sam­felags­borgarum

Samfelag fyri øll tíðindaskriv frá Ráðnum fyri brekað

Ráðið fyri brekað hevur í hesum døgum tikið stig til eina fundarrøð við komm­unufeløgini og av­varð­andi landsstýrismenn við tí enda­máli at fáa almennar mynd­ugleikar at ganga á odda fyri at tryggja atkomuviðurskifti fyri allar borgarar í Føroy­um.
Ráðið fyri brekað arbeiðir við málin­um at broyta hug­burð­in hjá al­mennu myndug­leik­un­um. Í flestu før­um er trupul­leik­in mangl­­andi til­rættar­legg­ing. Um hugsað verður um at­komu­viður­skift­ini, tá ein verkætlan byrjar, kost­ar hetta ikki stórvegis meira. Tað er tí eingin um­bering fyri, at fyrilit fyri atkomuviðurskifti ikki verða tikin, tá ið verkætlanir verða framdar.
Ráðið ynskir at vísa á, at tá ið tosað verður um fólk við avmarkaðum før­leika, so er ikki talan um ein ávísan avmarkaðan sam­felagsbólk. Veruleikin er tann, at vit øll kunnu verða fyri hendingum, ið gera at vit í einum tíðarskeiði ella restina av lívinum hava skerd­­an førleika. Trupul at­­komuviðurskifti skerja eis­ini møguleikarnar tá eitt nú hjá foreldrum við barna­vogni og hjá fólki, ið eru illa gongd.
Demokratiráðstevna í Keypmannahavn
Norðurlendska handikapp politiska ráðið NHR, hevur skipað fyri eini kanning undir heitinum: Demokrati for alla. Kanningin snýr seg um atkomuviðurskiftini í parlamentunum í Norður­lond­um. Føroyar eru við í hesi kanning, og verða úrslit­ini løgd fram á ráðstevnu á Christiansborg tann 2. de­cember 2005.
Íblástur uttanífrá
Fyri at kunna seg um, hvussu arbeitt verður í okk­ara grannalondum á hesum økinum, fer Ráðið at hava ein innanhýsis temadag mið­skeiðis í desembur við Mogens Wiederfelt, sum er aðalskrivari hjá  center for ligebehandling af handicappede í Danmark. Henda miðstøð er knýtt at danska Ráðnum fyri brek­að.
Í Ráðnum fyri brekað sita Sólja í Ólavs­stovu, for­­maður, Jan Simon­sen, um­boð fyri Almanna- og heilsu­­mála­ráðið, Bar­bara á Tjaldra­fløtti, umboð fyri Løg­­mans­skriv­stovuna, Marj­un S. Olsen, um­boð fyri Før­oya Komm­unu­felag, Stein­bjørn Jakob­sen, umboð fyri Kommunu­sam­skipan Føroya, Uni Ras­mussen, umboð fyri MBF og Leila Solmunde formaður í MBF.
Nærri upplýsingar fáast hjá formanninum Sólju í Ólavstovu, á telefon 21 88 86.