“Same procedure as every year, James”

SJÓNVARP Ein av føstu siðunum hjá fólki er at hyggja eftir 90 ára føðingardegnum, tá hann verður vístur í sjónvarpi okkara gamlaárskvøld. Ikki bert føroyingar, men eisini fólk kring allan heimin njóta afturvendandi borðhaldið hjá Miss Sophie, sum verður væl tænt av kokkinum James

Hann er eitt stórt kloss, tann gamli kokkurin og tænarin. Hann dugir sítt fak og hann er altíð til reiðar at veita greivinnuni eina tænastu.

Eingin ivi er um, at hann er ein kult-figurur, tann góði James, og hann er samstundis ein frálíkur sjónleikari. Tað prógvaði hann í 1963, og tað fer hann aftur at gera 31. desember í ár.

Hvussu góður hann er, prógvar hann til fulnar í stuttliga filminum. Her skal hann spæla nógvar ymiskar leiklutir í einum og sama filmi, har hann í roynd og veru er ON hvørt einasta sekund.

Hetta krevur sjálvandi sín mann, men krevur meiri enn tað. Tí hóast filmurin bert varir í 11 minuttir, so megnar James at langa fótin í tikara-høvdið ikki færri enn 11 ferðir.

Hóast fólk kenna gongdina, replikkirnar, skálanina, matarskránna og hvat alt endar við, er hetta kortini ein filmur og ein løta, sum hoyrir við til nýggjárshaldið í mongum føroyskum heimum.

Her er tað vist so, sum tikið verður til - the same procedure every year.


Óheppið teppi

Filmurin er í stuttum ein skemtileikur um greivinnuna Miss Sophie, sum verður spæld av sjónleikaranum May Warden, og sum fær matin gjørdan og borðreiddan av kokki sínum, James sum verður spældur av Freddie Frinton.

Gamla kvinnan, sum er hálv-senil, er rokkin teimum 90 árunum, men heldur kortini fast við siðin at halda ein føðingardag fyri øllum vinum sínum henda hátíðardagin.

Tíverri fyri hana eru allir vinirnir deyðir av aldri mong ár frammanundan - teir eftirhondini so kendu: Sir Toby, Admiral von Schneider, Mister Pomeroy og Mister Winterbottom. Men tað veit hon tíbetur einki um.

Teir eru tí sjálvandi ikki til staðar á jólaborðhaldinum, men finnast bert í høvdi hennara. Sum tað góðdýrið hann er, ynskir James ikki at skuffa frúuna í húsinum og spælir tí leiklutin sum vinir hennara undir døgverðanum við øllum tí sum hartil hoyrir, bæði í heilsan, mati og ikki minst drekka.

Ein av uppgávum hansara er at drekka alt tað, sum hann skeinkir til gestirnar, við tí úrsliti sum tað nú einaferð bert kann enda við.

Vælumtókta tikara-teppið á gólvinum, sum James í heilum langar føtur sínar í, var ikki við í tí upprunaliga leikinum, sum varð framførdur í einum leikhúsi í London í 1948.

Tað var í leikhúsinum í London, at tænarin James í einum “óhappi” datt um tikara-teppið, og fekk hetta láturin at runga í høllini. Soleiðis gjørdist tikarin ein fastur partur av søguni.

Ikki fyrrenn 15 ár seinni, í 1963, varð leikurin gjørdur til sjónvarp av týsku sjónvarpsrásini - við tikara-teppinum, altso.


Alheims skemt

Mangan verður tikið til, at ein profetur er ikki virdur í heimlandi sínum. Tað sama kann uttan iva sigast um 90 ára føðingardagin.

Sjónvarpsfilmurin er vorðin fast innslag í skránni hjá alheims sjónvarpum nýggjársaftan kring allan heimin, eisini í Kringvarpi Føroya.

Umframt okkum, fáa eisini sjónvarpshyggjarar í upprunalandinum Týsklandi, Eysturríki, Sveis, Luksemborg, Danmark, Finlandi, Estlandi og Grønlandi høvið til hetta, gamlaárskvøld ár eftir ár.

Men tað er kortini eisini í so fjarskotnum londum sum Avstralia og Suðurafrika, at hyggjararnir kunnu gleða seg til samspælið millum tey bæði, Miss Sophie og James. Í Noregi hevur filmurin verið vístur tollaksmessukvøld síðani 1980.

Kanska er tað mest sjáldsama við filminum, at hóast sjónleikarar og samtalan millum tey bæði er á enskum máli, er filmurin enn ikki vístur í bretskum sjónvarpi.

Og í stóra filmlandinum, USA, er filmurin púrasta ókendur. Hjá okkum dugir ein helst illa at ímynda sær eitt gamlaárskvøld uttan teir 11 minuttirnar í 90 ára føðingardegi hjá Miss Sophie. 





10

um leikin


Her eru 10 viðurskifti, sum tú kanska ikki visti um 90 ára føðingardagin:

1. Upprunaliga er leikurin ein bretskur sjónleikur við heitinum “Dinner for One”, sum varð skrivaður í 1920’unum

2. Kokkurin James verður spældur av Freddy Frinton, meðan greivinnan Miss Sophie í roynd og veru eitur May Warden

3. Frintons spældi henda leiklutin fyrstu ferð í 1945, og “sleit út” tríggjar greivinnur í tey 20 árini, hann spældi leiklutin

4. Sjónvarpsfilmurin varð fyrst framleiddur sum sveisiska innslagið á Montreux-festivalinum í 1963

5. Filmurin fekk beinanvegin kult-støðu í Týsklandi í 1972, seinni eisini í Svøríki, Sveis, Suðurafrika og sjónvarpi okkara

6. Tað er bert í Noregi at filmurin verður vístur tollaksmessudag. Í øllum øðrum londum mugu fólk bíða til gamlaárskvøld

7. Í 1992 varð filmurin sendur tvær ferðir í norska sjónvarpinum NRK. Av einum mistaki varð hann sendur 15 minuttir ov tíðliga, og telefonstormurin sum kom orsakað av hesum førdi við sær, at hann varð sendur umaftur eftir tíðindasendingina seinni sama kvøld

8. Í 2001 var hildin ein atkvøðugreiðsla um síggjararnir ynsktu ein film í litum, heldur enn tann í svart/hvítum. Tað uppskotið fekk ikki undirtøku

9. Hóast leikurin er enskur og handritið á skrivað á enskum, er filmurin ongatíð vístur í bretskum sjónvarpum. Leikurin er í roynd og veru púra ókendur har

10. Leikurin varð bannlýstur í svenskum sjónvarpi í samfull seks ár. Tey mettu hann sum óegnaðan til sjónvarp, tí her verður drukkið alkohol í meira lagi. Hetta er vist eisini orsøkin til, at filmurin heldur ikki er vístur í amerikanskum sjónvarpi.





Brot úr samrøðu

Nógv duga uttan iva fleiri av replikkunum í filminum uttanat.

Her verður endurgivin byrjanin í samrøðuni millum Miss Sophie og James: 


James : Good evening, Miss Sophie, good evening.

Miss Sophie : Good evening, James.

James : You are looking very well this evening, Miss Sophie.

Miss Sophie : Well, I am feeling very much better, thank you, James.

James : Good, good...

Miss Sophie : Well, I must say that everything looks nice.

James : Thank you very much, Miss Sophie, thank you.

Miss Sophie : Is everybody here?

James : Indeed, they are, yeah. 

Yes...  They are all here for your anniversary, Miss Sophie.

Miss Sophie : All five places are laid out?

James : All laid out as usual.

Miss Sophie : Sir Toby?

James : Sir Toby, yes, he's sitting here this year, Miss Sophie.

Miss Sophie : Admiral von Schneider?

James : Admiral von Schneider is sitting here, Miss Sophie.

Miss Sophie : Mr. Pommeroy?

James : Mr. Pommeroy I put round here for you.

Miss Sophie : And my very dear friend, Mr. Winterbottom?

James : On your right, as you requested, Miss Sophie!

Miss Sophie : Thank you, James. You may now serve the soup.

James : The soup, thank you very much, Miss Sophie, thank you.

They are all waiting for you.

Little drop of mulligatawny soup, Miss Sophie?

Miss Sophie : I am particularly fond of mulligatawny soup, James.

James : Yes, I know you are.

Miss Sophie : I think we'll have sherry with the soup.

James : Sherry with the soup, yes...

Oh, by the way, the same procedure as last year, Miss Sophie?

Miss Sophie : Same procedure as every year, James.

James : Same procedure as every year, James...