Ósamdir um valdið

Í iraksku stjórnini eru menn so ósamdir, at teir kunnu eitt nú ikki semjast um, hvør teirra eigur geva boð um at avrætta fangar, sum eru dømdir til deyða. Í løtuni sita tríggir menn í fongslinum og bíða eftir at verða avrættaðir. Ein teirra er Kemiski Ali, systkinabarn Saddam Hussein, og sum er dømdur til deyða fyri krígsbrotsverk av ringasta slagi. Hinir báðir eru ein fyrrverandi verjumálaráðharri og ein fyrrverandi herovasti, sum eru dømdir til fólkadráp. Irakski hægstirættur staðfesti í septembur í fjør deyðadómarnar ímóti teimum trimum monnunum, og eftir stýrisskipanini skulu dómarnir fullførast í seinasta lagi 30 dagar aftan á staðfestingina. Men teir tríggir eru á lívi enn, tí ráðharrarnir í stjórnini kunnu ikki semjast um, hvør eigur at geva boðini um at taka teir av søgum, skrivar AP.