Samdir um kríggið men ikki um friðin

George W. Bush, forseti og Tony Blair, forsætisráðharri eru á einum máli um, hvussu kríggið við Irak skal vinnast, men teir eru ikki samdir um, hvussu friðurin skal vinnast og tryggjast.

Á tíðindafundinum aftan á fundin í Camp David bar ikki til at hoyra, at minsta ósemja er millum amerikanska forsetan og bretska forsætisráðharran, tá tað snýr seg um, at kríggið í Irak skal vinnast, sama hvussu langa tíð tað tekur.
Men so røkkur semjan heldur ikki longur, tí teir báðir leiðararnir eru rúkandi ósamdir um, hvat skal henda í Irak aftan á kríggið.
Amerikanska stjórnin hevur longu lagt sína ætlan. Verjumálaráðið Pentagon hevur fest alt á blað, og eftir tí skal Irak undir amerikanska leiðslu, so skjótt kríggið er liðugt, og amerikanarar skulu stýra øllum viðurskiftum. Tommy R. Franks, generalur, sum er ovasti fyri amerikansku og bretsku herdeildunum í Irak, skal virka sum eitt slag av einum hernaðarguvernøri í Bagdad. Hann og hansara hermenn skulu skipa fyri trygd í Irak, og fráfarni generalurin Jay Garner skal standa á odda fyri einari civilari amerikanskari umsiting, til irakar sjálvir kunnu taka við.
Eftir amerikansku ætlanini fær ST ongan lut í iraksku leiðsluni aftan á kríggið. Heimsfelagsskapurin skal harafturímóti samskipa ta humaniteru hjálpina, men eisiin tað verður undir amerikanskum hernaðareftirliti.
Hetta er ætlanin hjá Bush, men her er tað, at ósemjan við Blair tekur seg upp. Tí hvørki Bretland ella hini ES-londini vilja góðtaka amerikansku ætlanina. Tey halda tvørturímóti, at ST skal hava høvuðsleiklutin í arbeiðinum at endurreisa Irak, tí eitt virkið ST er tað einasta, sum kann tryggja Irak ta neyðugu altjóða hjálpina.
Nei, sigur amerikanska stjórnin. Hon vísir á, at USA hevur roynt ta sokallaðu ST-breytina, uttan at nakað kom burturúr. Tað eru vit, sum hava sett kríggið í verk, tað eru vit, sum gjalda kríggið, og so skulu vit eisini gera av, hvat skal henda aftan á kríggið, eru boðini úr Washhington.
Alt fyrireikað
Seinastu tíðina hevur amerikanska stjórnarumsitingin útvegað sær fólk til ymisk størv í Irak. Talan er yvirhøvur um heryvirmenn, starvsfólk í uttanríkisráðnum og fregnartænastumenn. Felags fyri tey er, at tey eru farin úr størvum sínum fyri aldur. Sambært amerikanskum fjølmiðlum eru fleiri teirra longu komin til Kuwait, har tey bert bíða eftir, at kríggið endar.
At amerikanska stjórnin longu hevur givið amerikanskum fyritøkum sáttmálar upp á ymisk endurbyggingararbeiði í Irak tulka eygleiðarar sum enn eina amerikanska roynd at vísa øðrum, hvør tað er, sum hevur tað avgerandi orðið at siga.
Serliga Russland og Frakland hava mótmælt amerikansku framtíðarætlanunum í Irak. Eftir teirra tykki er hetta eitt slag av nýggjum hjálandapolitikki. Stjórnirnar í Moskva og París halda, at tað er flaggið hjá ST, sum skal veittra í Bagdad og ikki tað amerikanska. Annað er, at júst fransmenn og russar hava stórar handilssáttmálar við irakska stýrið, men at hesir sáttmálar eru neyvan verdir tað pappír, teir standa á.
Hvat Blair segði um hesi viðurskiftini í Camp David, er ikki greitt, men aðrastaðni hevur hann týðiliga bent á, at eins og fransmenn, russar og aðrir vilja bretar hava Irak aftur á ST-breytina.
(Kelda: Aftenposten)