Samráðingarnar millum Bretland og ES í samband við Brexit, byrja við rættindum hjá borgarum eftir Brexit, upphæddin, sum Bretland skal rinda til ES sambært løgdu fíggjarætlan og markið millum Norður Írland og Írland.
Tað er semja um eftir at partarnir møttust fyrstu ferð í gjár. David Davis og Michel Barnier, samráðingarleiðarar, møttust í gjár at práta um hvussu samráðingar skulu fara fram. Semja er eisini um, at partarnir hittast eina viku um mánaðin framyvir.
Báðir søgdu, at enn er einki ítøkiligt úrslit komið burturúr, annað enn at teir hava funnið ein leist at leggja samráðingarnar eftir.









