Samdir um Clickhaze

Prix Føroyar: Tey trý umboðini frá Nibe Festivalinum samdust um Clickhaze, sum gest til festivalin og valdi harvið, uttan at vita tað, Prix føroyar vinnaran 2001

Føroyskur tónleikari býr í Aalborg og skal eisini leika á Nibefestivalinm í ár

 


Festivalumboðini valdu sínar gestir, áðrenn dómaraatkvøðurnar vórðu taldar upp. Nibe festivalurin valdi vinnaran, Clickhaze.

- Vit samdust skjótt um Clickhaze. Hetta var gott, tí frammanundan høvdu vit avrátt, at semja skuldi vera okkara millum. Og at bólkurin so, vann, kundi jú ikki vera betri, sigur Peter Møller Madsen, eina umbiðið fyri Nibe Festivalin.

Spurdur, um hann kennir nakað til føroyskan tónleik, sigur Peter M. Madsen, at tað ger hann ikki, men at frálíkur føroyskur tónleikaumboðsmaður býr í Aalborg.

- Terji Massel býr í Aalborg og er frálíkt umboð. Hann skal leika á NibeFestivalinum í ár. Hann torir og er egin, júst sum støðan er við Clickhaze, sigur Peter Møller Madsen.

- Hóast 8 bólkar, so tyktist kvøldið og tiltakið ikki langt, sum slíkt annars lættliga ger, sigur hann.

- Og talan var um áskoðarafjøld ?med gang i?, staðfestir Peter, ið eisini her tekur hædd fyri, at ikki var loyvt at hava rúsdrekka við til tiltakið.

Eisini Peter Møller Madsen varð mestsum tikin á bóli av tiltakinum í síni heild.

- Jeg var IMPONERET, og det má du godt skrive med store bogstaver, sigur Peter Møller Madsen, og tað er hervið gjørt.

Hann fegnast um Clickhaze og dylir tað ikki. Hann ætlar at vera við til at breiða út boðskapin um henda bólk, ið hann veruliga metir hevur potentiali. Og hann leggur dent á, at tá tosar hann ikki bert um sangarinnuna Eivør, men allan bólkin.

- Eg skal gera tað, eg kann, fyri at rætta bólkinum ein hjálpandi hond, sigur Peter Møller Madsen væl nøgdur.