FF-val
Enn hevur einki serligt valstríð verið millum sitandi formann í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard og avbjóðaran, Henrik Old.
Okkurt lítið høgg kom beinanvegin, tá tað gjørdist greitt, at Jan noyddist út í eitt val. Sitandi formaður læt tað líka sum hanga í luftini, at ein orsøk til, at vit yvirhøvur fáa eitt val í Fiskimannafelagnum í ár, er, at reiðarar ikki eru nøgdir við verandi formann.
- Eg visti, at kláraði eg tað ov væl hesi trý árini, fór onkur helst at stilla upp ímóti mær.
Nakað soleiðis málbar Jan seg hin 4. desember, tá tað gjørdist greitt, at skiparin og fyrrverandi løgtingsmaðurin, Henrik Old, eisini hevði latið seg stilla upp.
Í úttalilsunum hjá Jan lá kanska eisini, at tað vóru reiðararnir, sum fóru at finna eitt mótvalevni.
Men at Henrik Old hevur nakað við reiðaravirksemi at gera, víst hann aftur beinanvegin og segði, at hann eitt stutt skifti onkuntíð tíðliga í nítiárunum varð skrásettur sum reiðari á skipi, tí tann, ið annars hevði hesa uppgávu, flutti burtur.
- At menn hava sett pengar í skip og hava verið við til at keypa skip, var ein partur av okkara uppvøkstri her í Vági, eins og soleiðis hevur eisini verið nógv aðrastaðni kring landið, segði hann.
Henrik Old, sum í fleiri ár var í fiskivinnunevnd løgtingsins og seinni í vinnunevndini, segði, at hann hevði ansað serliga væl eftir øll hesi ár, at hann ikki hevði nøkur persónlig áhugamál í vinnuni.
Inntøkutrygdin
Í vikuni hevur Henrik Old havt lesarabræv í bløðunum, har hann undrar seg yvir úttalilsir hjá Magna Laksafoss, løgtingsmanni, har hesin sigur seg ikki longur kunna taka lut í politiska arbeiðnum, tí hann ikki fær undirtøku fyri sínum sjónarmiðum um tær nógvu bygnaðarbroytingarnar.
- Men hvørjar eru so tær broytingar, sum vóru orsøkin til, at Magni Laksafoss gevur skarvin yvir. Jú, fyrsta orsøkin er fiskimannafrádrátturin, og onnur er inntøkutrygd fiskimanna.
Í lesarabrævi sínum heldur Henrik Old tað vera ófatiligt, at hesi bæði mál skulu vera so avgerandi fyri ein persón, sum nýliga er komin upp í politikk, at hann sær seg noyddan at kasta frá sær.
- Inntøkutrygdin hjá fiskimonnum hevur virkað í 60 ár og hevur gjørt, at tá túrar av eini ella aðrari orsøk eru miseydnaðir, hava fiskimaðurin og hús hansara kortini ikki sitið við púrasta ongum.
Henrik vísir á, at henda skipan eisini hevur byrgt upp fyri, at fiskimaðurin kanska í onkrum førum annars hevði verið noyddur at ”betala” fyri at vera til skips, tá túrar miseydnaðust.
- Rætt skal vera rætt, staðfestir valevnið, og leggur í sama viðfangi aftrat, at í hesum kóri, sum vil avtaka inntøkutrygd fiskimanna og fiskimannafrádráttin, er Magni Laksafoss ikki einsamallur.
- Tað tykist heldur, sum tað legst til í hesum kóri, sigur Henrik Old.
Gjalda sjálvir
Verandi formaður, Jan Højgaard, boðaði herfyri á heimasíðu felagsins frá, at umboðið hjá Fiskimannafelagnum í arbeiðsbólkinum, sum arbeiddi við at umleggja inntøkutrygdina, neyvan fer at góðtaka, at fiskimenn skulu verða við til at gjalda inn í ein grunn, sum síðan skal rinda minstuløn.
- Grundgevingin hjá okkum er, at gjalda fiskimenn inn í slíkan grunn – ja, so gjalda fiskimenn samstundis sína egnu løn.
Og Jan Højgaard leggur aftrat, og nú tekur hann meiri rívan til.
- Lat tað vera sligið fast, at fiskimenn skulu ikki gjalda sína egnu løn. Verður inntøkutrygdin rørd, er eingin sáttmáli longur, tí sáttmálin er grundaður á inntøkutrygdina, sigur hann.
Jan Højhaard leggur aftrat, at fiskimenn standa fyri tí mesta, sum kemur inn í landskassan.
- Tá so onkur heldur, at fiskimenn fáa nakað fyri einki, er tað heilt vist ein misskiljing. Tey oyruni, teir fáa í inntøkutrygd, hava teir arbeitt hart fyri, sigur verandi formaður í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard.