Ósamdir reiðarar

Ósemja hevur tikið seg upp í Norges Fiskarlag, og vandi er fyri, at ein partur av reiðarunum fara at taka seg úr felagnum.

Orsøkin er ósemja um tað árliga kvotubýtið. Í øðrum partinum eru reiðararnir á teimum stóru skipunum. Hesir eru umleið 300 í tali og mynda felagið Fiskebåtredernes Forbund, sum er limur í Norges Fiskarlag. Hesi skipini fiska umleið 65 prosent av tí, sum norðmenn fiska, men kortini eru reiðararnir í minniluta í høvuðsfelagnum. Í hinum partinum eru teir, sum eiga tey smáu fiskiførini. Tey fiska tann minna partin, men hesir reiðararnir hava kortini greiðan meiriluta í høvuðsfelagnum.

Ósemjan kann sambært Bergens Tidende enda við, at reiðararnir á teimum stóru skipunum fara burtur úr Norges Fiskarlag og upp í Næringslivets Hovedorganisasjon ístaðin fyri. Nevndin í felagnum umrøddi viðurskiftini í gjár,og roknað verður við, at endalig støða verður tikin á landsfundinum, sum verður í januar.