Ósamdir bert til at vera ósamdir

Eg havi altíð hildið tað verið vánaligan politikk, tá menn eru ósamdir bert til at sleppa at vera ósamdir. Tað kann ikki bera til, at andstøðan einki finnur í uppleggum landsstýrisins, sum andstøðan kann vera samd við landsstýrið í. Tak bara dømið um oljupengarnar, sum landsstýrið bjóðar dønum. Hetta tók andstøðan undir við, tá Nyrup & Co fyri heilt stuttum tosaðu um júst hetta, at føroyingar skuldu gjalda aftur blokkstuðul v. m. tá olja var funnin. Hóast Nyrup í dag er ósamdur við sær sjálvum.

Tað undrar meg eisini, at blaðfólkið er so suttmint, at tað ikki dugir at lofta slíkum. Í maimánaði sigur Nyrup: Færinge skal selvfølgelig betale Danmark penge tilbage, såfremt der bliver fundet olie på Færøerne! Ein mánað seinni sigur hann: Der kan ikke blive tale om at inddrage olien .....

Og so loypur Lykketoft framav við at avdúka tað, sum stjørnin alla tíð hevur havt í hyggju: Hvis det viser sig, at Færøernes økonomi er på højde med eller bedre end Bornholms økonomi, så vil støtten blive fjernet helt af sig selv! Og Føroyar liggja oman fyri Bornhólm búskaparliga.

Tí havi eg so ilt at skilja, at javnaðarmenn og sambandsmenn ikki hava annað at koma við, enn at teir undir øllum umstøðum skulu vera ósamdir við landsstýrið. At føra valpropaganda í slíkum tíðum, er einki minni enn býtt og tekin um, at menn ikki eru serliga búnir til at røkja starvið sum fólkavaldir.

Eg havi altíð havt stóra virðing fyri Jóannesi Eidesgaard, men so tápuligur, sum hann ger seg í hesum máli, trúgvi eg neyvan hann er. So hevði verið gott at vitað, hvat Jóannes veruliga ætlar. Lykketoft hevur jú sagt, at vit missa blokkstuðulin undir øllum umstøðum.


N-Jón Ellendersen

Vingetoften 18

DK 2730 Herleves Eidesgaard:


»Tað er ein skaðiligur dámur komin yvir samráðingarnar ? hetta, at mann bara krevur og krevur«


»Vit kunnu ikki satsa so nógv uppá tað politiska frælsið, at tað

persónliga frælsið fer fyri bakka«


»Ríkisfelagsskapurin er nakað, sum allir føroyingar hava eitt forhold til. Uppá gott og ilt«


»Trupulleikin hjá Høgna Hoydal er ikki so nógv, at Javnaðarflokkurin ikki er við honum, men at hann ikki hevur fólkið aftanfyri seg«


»Munurin millum uppskotið hjá samgonguni og uppskotið hjá

Javnaðarflokkinum er, at vit siga: Sjálvsstýrið er ein prosess ? ikki ein

samtykt«



ENDURGEVINGAR:


Høgni Hoydal:


»Ein orsøk til at danska stjórnin fer fram, sum hon ger í løtuni, er, at hon veit, at ósemja er í Føroyum«


»Føroyingar eru ikki biddarar og nassarar. Danir hava fingið minst líka nógv burturúr sambandinum, tá ið alt verður talt við«


»Andstøðan brendi av 2 milliardir uppá 20 minuttir undir

fíggjarlógarviðgerðini seinast«


»Flokkarnir, sum fara at hava tað truplast í framtíðini, eru teir, sum hava livað av at býta út danskar pengar í Føroyum«


»Tað er eingin ivi um, at bæði eg og meginparturin av Tjóðveldisflokkinum høvdu tikið undir við tí (at halda fólkaatkvøðu beinanvegin, bl.m.)«


»Vit kunnu ikki fara og bakka bara tí at tað kemur eitt lot av

Christiansborg«