Ósamdar um lógarkrav skal vera um kvotur ímillum kynini í Løgtinginum

Kvinnulig valevni eru ósamdar um tað skal ásetast við lóg at ein ávísur partur av Løgtinginum skal vera kvinnur

Skulu vit hava kynskvotur í Løgtinginum og aðrastaðni í samfelagnum?

Tað var ein spurningur, kvinnulig valevni fyri teir ymsu politisku flokkarnar fingu á veljarafundi hjá Demokratia í Hovi í gjárkvøldið.

Endamálið við Demokratia er at fáa fleiri kvinnur upp í politikk og á fundinum í gjárkvøldið vóru allir flokkar umboðaðir við kvinnuligum valevnum, uttan Sjálvstýri og tann nýggi flokkurin, Føroyaflokkurin, sum ikki vóru við á fundinum.

Ein av spurningurin, tey fingu, var, um tey halda, at tað er rætt at áseta kvotur fyri, hvussu nógvir av teimum 33 løgtingslimunum, skulu vera kvinnur.

Víst varð á, at hóast tað eru 100 ár síðani, at kvinnur fingu valrætt, eru vit í teirri støðu, at ikki meiri enn ein slakur triðingur av løgtingslimunum eru kvinnur.

Men tey kvinnuligu valevnini eru ósamd á máli um kvotur.

Rebekka Vestergaard, sum er valevni fyri Framtakið, heldur, at kynskvotur kann kanska vera ein gongd leið, men Birita Arge, valevni fyri Framsókn, heldur, at fólk skulu sjálvi gera av um tey velja eina kvinnu ella ein mann.

Hon heldur, at ein máti at fáa fleiri kvinnur upp í politikk, er at halda teimum til og at Demokratia skipar fyri fundum og tiltøkum.

– Tað eru ikki allar kvinnur, sum hava hug til at fara upp í politikk, so tað má vera eitt frítt val.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir heldur ikki at vit skulu hava kvotur, men hon vísir á, at kappingin um at vera vald, er ómetaliga hørð.

Kortini heldur hon, at kvinnur, sum fara upp í politikk, skulu tola harðari ágang enn menn og tað kann vera ein orsøk til, at kvinnur aftra seg við at fara upp í politikk.

Marin Katrina Frýdal er samd í, at ágangurin á kvinnur, sum fara upp í politikk og tað er nokk tí at menninir føla kvinnurnar sum eina hóttan ímóti tí valdi, teir hava. Tí heldur hon, at vit eiga at royna eina kvotaskipan. 

 – Ein máti kundi kanska verið, at øll fingu tveir atkvøðuseðlar, har tey so skuldu velja ein mann og eina kvinnu,

Eyðdis Hartmann Niclasen, sum er valevni fyri Sambandsflokkin, ivast í um kynskvotur er tað rætta amboðið, men hon vísir ikki aftir, at tær kundu verðið royndar í eitt tíðarskeið.

Hinvegin heldur hon, at tað hevur týdning, at vit alla tíðina varpa ljós á spurningin um javnstøða, tí annars er vandi fyri, at javnstøðan versnar aftur. Og her heldur hon, at Demokratia hevur ein stóran leiklut.

Kristina Roest, valevni fyri Javnaðarflokkin, heldur ikki, at kynskvotur er tann rætta loysnin. Men hinvegin heldur hon, at teir ymsu flokkarnir eiga sjálvir at taka størri ábyrgd fyri, at javnstøða er á valevnislistunum.