Samd vinnunevnd

Vinnunevndin hevur nú viðgjørt uppskotið til 3. útbjóðing til oljuleiting á landgrunninum og heitir á tingið um at samtykkja uppskotið, sum Tórbjørn Jacobsen, landsstýrismaður legði fyri tingið herfyri.

Tað kemur til 2. viðgerð 5. mai. Petur Joensen, stjóri á Jarðfeingi er fegin um, at tað loksins eydnast at gera útbjóðingina til veruleika. So skjótt tingið hevur endaliga samtykt hana verður farið at gera klárt til at fáa útbjóðingina út til oljufeløgini. Umsóknir skulu so latast inn til eftir summarfrítíðina og gongst væl, so verða loyvini latin í oktober ella november. (JM)