Fólksins vilji. Tað er eitt fyribrigdi, sum verður tráðnýtt í hesum døgum. Tað ljóðar eisini sterkt og kompakt. Skottrygt og sjálvsikkurt. ”Vit, fólkið í Føroyum, halda hetta og hetta, soleiðis og soleiðis…”
Við stjórnaruppskotinum eru allir flokkar í tinginum samdir um, hvør fólksins vilji er. Og tað er avgjørt ein fyrimunur at hava viljan defineraðan, serliga tá man er ein pinkutjóð. Men fyri tey flestu er hetta uppskotið ikki annað enn bláur roykur. Fólkið veit ikki, hvat tingið er samt um, at fólkið vil.
Fyri mær er fólksins samlaði vilji í øllum førum ikki serliga eyðsýndur. Tí tað er so vist sum amen í kirkjuni, at har tað er vilji um okkurt, er tað konsekvent altíð eisini mótvilji. Vit eru ein klandurstjóð. Tí endar tað ofta við, at avgerðir, sum við tógvið stríð verða tiknar, stutt eftir verða kontraðar.
Til dømis:
* Spariætlanir hjá landstýriskvinnuni. Eitt stig fram og eitt stig aftur.
* Húkurin í Klaksvík. Eitt stig fram og eitt stig aftur.
* Føroyar sum ferðamannaland! Eitt stig fram og eitt stig aftur.
Men hóast samgongan er ein ósam(d)gonga, sum heglast og keglast um hvørt einasta mál, og hóast andstøðan keglast minst líka illa, so er EIN semja tó funnin.
Vit hava fingið eina søguliga semju millum allar flokkar. Ongantíð, síðani floksbýtið í 1906, hevur hetta borið til. Men nú er hon her, semjan. Men júst hvat snýr hendan semjan seg so um?
Jú, allir flokkar eru samdir um, at teir eru ósamdir um ríkisrættarliga spurningin. Men fyri einaferð skyld møtast allir flokkar á miðjuni, so allir kunnu góðtaka úrslitið. Stjórnarskipanin snýr seg við øðrum orðum um, hvat vit eru samd um at vera ósamd um. Stigið er tikið, semjan er funnin, og nú skuldi ikki verið neyðugt at tikið stigið afturaftur. Vit eru jú so rúkandi ósamd.
Men jú. Sjálvt nú keglast vit. Seinastu vikurnar eru vit nevniliga vorðin ósamd um, hvørt vit hava loyvi at gera eina semju um, at vit eru samd um at vera ósamd. Orsøkin er, at danska stjórnin ikki er samd.
Mist tráðin? Nei, tað er ikki so løgið…