Ósamd um semingsroynd

Løgmaður og landsstýrismaðurin við skúlamálum eru sinnaðir at virka fyri eini loysn á skúlatrætuni á Trøllanesi, men tað er ymiskt, hvussu hetta verður móttikið í Kalsoynni. Hvørgin parturin vil slaka

Kalsoy: Í farnu viku søgdu bæði Anfinn Kallsberg og Óli Holm, at teir vóru sinnaðir at virka fyri eini loysn á drúgvu trætuni um skúlan á Trøllanesi.
Men tað er ymiskt, hvussu fólk í Kalsoynni taka ímóti hesum úttalilsunum.
Foreldrini á Trøllanesi, sum ikki vilja senda børn síni í skúla í Mikladali, tí tey vilja hava skúlan á Trøllanesi tiknan í nýtslu aftur, heilsa eini semingsroynd frá landsstýrinum vælkomnari.
Men í Mikladali verður hugskotið hjá landsstýrismonnunum ikki eins væl tikið upp.
? Eg dugi ikki at síggja, hvat løgmaður og landsstýrið skulu kunnu gera. So leingi sum foreldrini á Trøllanesi halda fast um sítt krav um, at skúlin í bygdini skal lata uppaftur, os ber tað ikki til at finna nakra loysn, heldur Christian Andreasen, sum er limur í Mikladals bygdaráði.

Drúgt stríð
Trætan um skúlan á Trøllanesi stóð alt í einum í ljósum loga, tá skúlagongdin skuldi byrja aftur í august mánaði. Tað gjørdist tað greitt fyri foreldrunum á Trøllanesi, at skúlin í bygdini skuldi ikki takast í nýtslu aftur, soleiðis sum tey hildu.
Gamla bygdaráðið hevði seint í 2000 samtykt, at skúlin skuldi lata uppaftur, men nýggja bygdaráðið, sum tók við í januar í 2001 kolldømdi hesa avgerð á fyrsta fundi sínum.
Foreldrini á Trøllanesi vóru so misnøgd við hetta, at tey tóku tey átta skúlabørnini úr skúlanum, og síðani hava hesi børn ikki verið í skúla í Mikladali.
Foreldrini skipa sjálvi fyri heimaundirvísing, og sambært lærara úr Klaksvík, sum hevur eftirlitið við hesi undirvísing, duga børnini yvir miðal. Men øll eru tó greið um, at hetta er eingin varandi loysn.

Broytir einki
Anfinn Kallsberg, løgmaður, hevur fleiri ferðir sligið fast, at tað er bygdaráðið í Mikladali, sum hevur avgerðarrættin í hesum máli, og tí kunnu landsmyndugleikar einki formligt gera í hesum máli.
Hevur bygdaráðið ikki hug at taka skúlan á Trøllanesi í nýtslu aftur, so er hendan avgerðin endalig.
Men í farnu viku gloppaði løgmaður dyrnar fyri, at hann kann gera eina roynd at finna eina loysn á drúgvu trætuni.
? Eg veit ikki, hví vit skulu tosa við øll onnur enn tey, sum vit eiga at tosa við. Tað eru fleiri, sum hava roynt at finna eina loysn, men tað hevur ikki riggað, sigur Christian Andreasen, kommunustýrislimur í Mikladali.
? Tí dugi eg heldur ikki at síggja, at tað skal broyta nakað, fyri tað um løgmaður og Óli Holm ætla sær at gera eitthvørt.

Onkur má slaka
Christian Andreasen heldur, at tað er bara ein loysn á trupulleikanum, og tað er, at foreldrini á Trøllanesi slakar, tí bygdaráðið í Mikladali ætlar sær ikki at broyta sína avgerð.
? Vit eru vald av fólkinum til at stýra kommununi so skilagott, sum tað ber til, og tað halda vit okkum gera. Vit halda, at vita hava tikið røttu avgerðina um skúlan á Trøllanesi, og hesa avgerð ætla vit ikki at broyta, sigur hann.
? Tað ber ikki til, at foreldrini á Trøllanesi skulu diktera bygdaráðið at broyta ein avgerð.
Foreldrini á Trøllanesi halda, at tað hendir einki í málinum, og tí halda tey, at tað er ein gott hugskot, at umborð fyri landsmyndugleikarnar gera eina roynd at finna eina loysn.
Eitt er tó vist. Skal nøkur loysn finnast í málinum, so verður onkur noyddur at slaka, og í løtuni standa báðir partar rimmarfast við sína støðu.