Samd um makrelfiskiskapin

Føroyar, ES og Noreg eru vorðin samd um býtið.

Fríggjadagin gjørdu strandarlondini, Føroyar, ES og Noreg, eina semju um býtið av makreli fyri 2016 og næstu árini. Semjan hjá strandarlondunum er gjørd innanfyri karmarnar, ið londini samdust um á fundi í London 12. mars í fjør.


Fiskimálaráðið upplýsir, at semjan er bygd á tvær høvuðstættir. Ein langtíðar umsitingarstrategi fyri makrelin og felags samstarv millum strandarlondini um eftirlit við fiskiskapinum eftir makreli og øðrum uppsjóvarfiskasløgum í 2016.


Londini eru vorðin samd um eina heildarkvotu á 895.900 tons. Føroyski parturin av kvotuni er ásettur til 112.892 tons.


Hvørki Ísland ella Grønland eru partur av nýggju semjuni, men áseta sjálvi sína egnu kvotu.