Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, er komin í andglettin í máli um flyting av veiðiloyvum, sum hann áður hevur funnist harðliga at. Talan er um flyting av veiðiloyvum í fjørsummar og fyri nøkrum vikum síðani.
Nú heitir ein samd andstøða á Høgna Hoydal um at taka avleiðingar av málinum og fara úr starvi. Tað siga formenninir í andstøðuflokkunum við Kringvarpið í kvøld.
Formenninir í Fólkaflokkinum, Sambandsflokkinum, Miðflokkinum og Sjálvstýri vísa á, at Høgni Hoydal eigur at fylgja tí støði, sum hann legði sum andstøðutingmaður, tá ið hann fleiri ferðir heitti á landsstýrið um at taka avleiðingar í ivasomum málum. Tí eigur hann nú sjálvur at taka fylgjurnar, nú mistøk eru gjørd í umsitingini av veiðiloyvum.
Høgni Hoydal sigur við Kringvarpið, at hann æltar sær ikki at leggja frá sær, men bíðar nú eftir einari kanning av gongdini í málinum, áðrenn hann vil tosa um at plasera ábyrgd.