Integratiónsátakið Sambinding byrjar hóskvøldið 31. mars á Klaksvíkar bókasavni.
Sambinding er eitt integratiónsátak ætlað bæði tilflytarum og ”innføddum” føroyingum sum eitt høvi at hittast og at binda okkum saman við hugnaligari samveru og práti.
Átakið er skipað sum eitt samstarv millum Klaksvíkar bókasavn, Reyða Kross og Hvussu kunnu vit hjálpa.
Nú Sambinding byrjar í Klaksvík, er integratiónsátakið í trimum býum í Føroyum. Sambindingarkaféin í Klaksvík er eins og hinar báðar í Runavík og í Havn ætlað sum eitt afturvendandi opið tiltak at fremja og menna integratiónina í Føroyum. Sambinding er eitt integratiónsátak í samstarvi millum Bókasavnið við Løkin, Býarbókasavnið í Havn, Klaksvíkar Bókasavn, Hvussu kunnu vit hjálpa og Reyða Kross Føroya.
Sambinding í Klaksvík verður eitt hóskvøld um mánaðin. Fyrsta sambindingarkvøldið á Klaksvíkar bókasavni verður komandi hóskvøld 31. mars kl. 19.30 til 21.30. Aðru ferð verður hóskvøldið 28. apríl, og triðju ferð verður hóskvøldið 26. mai. Síðani verður summarsteðgur, og Sambindingarkaféin á Klaksvíkar bókasavni byrjar aftur aftan á summarfrítíðina.
Bókasavnið við Løkin í Runavík var 14. januar karmur um fyrsta sambindingarkvøldið í Føroyum. Síðani hevur Sambinding á Bókasavninum við Løkin verið annaðhvørt hóskvøld klokkan 19 til 21. Næstu ferð verður hóskvøldið 31. mars.
Í Havn byrjaði Sambinding á Býarbókasavninum týskvøldið 16. februar. Her eru sambindingarkvøldini annaðhvørt týskvøld kl. 19.30 til 21.30. Næstu ferð verður týskvøldið 29. mars.