Sambandsflokkurin hevur fingið undirtøku fyri tveimum uppskotum til samtyktar, sum flokkurin legði fram undan seianstu freist.
Fyrra uppskotið til samtyktar var at skipa eitt vakstrarforum. Tað var samtykt í gjár.
Í dag viðgerð Løgtingið eitt annað uppskot, sum hevur til endamáls at heita á landsstýrið um at fáa betri atgongd til ES-marknaðin.
Ein samd rættarnevnd tekur undir við uppskotinum, sum er broytt til at vera soljóðandi:
“Løgtingið heitir á landsstýrið um at kanna viðurskifti millum Føroyar og ES, herundir at samráðast við Evropasamveldið um m.a. fría atgongd til ES-marknaðin fyri føroyskar fiskavørur og leggja fram frágreiðing fyri Løgtingið.”
Í gjár hevði Poul Michelsen, lqandsstýrismaður við uttanríkis- og vinnumálum, fund við handilskommiserin hjá ES, Cecilia Malmstrøm.
Á fundinum vórðu møguleikarnir fyri einum styrktum samstarvi millum Føroyar og ES umrøddir yvirskipað, eins og føroyska ynski um betri marknaðaratgongd fyri føroyskar vørur.
Partarnir avtalaðu at hava fund aftur seinni í ár.










