Sambandspolitikkur hjá loysingarsamgonguni er orsøkin til framgongd hjá Fólkaflokkinum

Um fullveldissamráðingarnar hildu fram hevði Sambandsflokkurin uttan iva fingið eini 35% av atkvøðunum (varisliga mett), men fullveldið er farið til botns. Sjálvstýrisflokkurin tað sama. Niðurtúrurin hjá Fólkaflokkinum er vorðin til framgongd, tí fullveldið er sokkið.

Marjus Dam

løgtingsmaður



Loysingarsamgongan hevur í verki ført Sambandspolitikk ? vánaligan fyri tað mesta. Um loysingarpolitikkur varð førdur alt samgonguskeiðið, so hevði Fólkaflokkurin helst ligið um tey 3% ini. Tí tá hevði arbeiðsloysi longu nú eftir 3 árum verið stórt. Nógvar uppsagnir høvdu verið í serliga almenna sektorinum og avleiddum vinnum frá hesum. Fólkafráflyting og tvingsilssølur høvdu verið høvuðsreglan og ikki undantakið.

Vánaliga og jánkasliga støða løgmans ( Um ongin støða eisini er ein støða) heldur lív í Tjóðveldisflokkinum. Tað tykist sum hann er bangin fyri hesum flokki.

Eftir at Fólkaflokkurin slepti Fullveldinum ? og samstundis fór at tosa um skattalætta ? sum ongin, tíverri, hevur sæð nakað til enn ? er aftur farið at bragda hjá teimum, sambært seinastu veljarakanningum.

Veljarin hevur við hesum kanningum víst, at tey vilja


? ikki hava loysing

? tey vilja hava skattalætta.


Sambært samansetingini í Løgtinginum í løtuni er greitt, at allir flokkar vilja hava ríkisrættarligar broytingar. Ein sera stórur meiriluti av øllum føroyingum vil hava hesar broytingar ? innan Ríkisfelagsskapin.

Nevniliga veljarin hjá Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum, Sjálvstýrisflokkinum og hjá Fólkaflokkinum.

Um Fólkaflokkurin hevði hildið fast við upprunaligu fullveldisskandaluna, so hevði hann helst fingið minni enn 5% av atkvøðunum og nærkast Sjálvstýrisflokkinum. Tað er nevniliga púra greitt, at eftir seinasta samráðingarkollaps har fullveldið fór til botns, fór at gangast betri hjá samgonguni (undantikið Sjálvstýrisflokkinum, ið er í sorli, tí hann er ov kvettingarsinnaður). Á ein hátt sera margháttligt at tað fór at gangast betri hjá hesi samgongu tá høvuðsendamálið, fullveldið, fór í knús.


Loysing er skattahækking:

? Fólk vilja hava skattalætta

? Tey vilja hava góð útbúgvingartilboð fyri teirra børn

? Eina góða sociala skipan.

? Eitt gott vinnulív

? Hesi ynskir torpederar loysingin totalt.

? Tí sigur ein stórur meiriluti av føroyingum NEI TIL LOYSING. Loysingin er ein andsøgn til góð viðurskiftir á nevndu økjum. Tá loysingarsamgongan hevur bøtt um hesi viðurskiftir ? so hevur hon ført Sambandspolitikk ? ikki loysingarpolitikk. Í løtuni liggur loysingarpolitikkurin í toku og ongin veit hvat samgongan vil. Tað kunna tey ikki vita, tí samgonga veit tað ikki sjálv!


Skattalætti:

Veljarin vil hava ein hart tiltrongdan skattalætta, ið eisini eigur at lækka 37% markið, so fólk, ið arbeiða, hava meira eftir.

Sum er í dag, merkja flestu fólk hvussu arbeiði verður straffað í okkara samfelagi. Tí eigur allur skattastigi okkara at verða lækkaður.

Lat meg í somu atløgu nevna, at fakfelagsrætturin og frælsið skal varðveitast, soleiðis at ein skattalætti ikki skal viðføra lógarásettar skerjingar av lønum. Tí lønirnar eru ein samráðingarspurningur á arbeiðsmarknaðinum og eigur at verða tað framyvir. Fakfeløgini eiga og skulu taka sær av hesum.


Hvat eigur at verða gjørt

Føroyar hava ligið bak seinastu 3 árini. Fullveldisørskapurin hevur oyðilagt mangan skilagóðan politikk. Hóast tað gongur væl fíggjarliga orsaka av góðum fiskaprísum og ríkisveitingini, so hava vit hægsta nettoskatt í heiminum ? og hendan samgongan hevur bert hækka teir meira.


Ríkisveitingin ikki skerjast:

Nú eiga stóru flokkarnir á tingi at gera eina semju um ríkisrættarligar broytingar innan Ríkisfelagsskapin. Ríkisveitingin eigur ikki at skerjast í fyrstu atløgu, tí tað eru so mong viðurskiftir, ið liggja í órøkt. Og tað skal nógvur peningur til at fáa rætta upp uppá nógv av hesum álvarsøkjum.

Um Tjóðveldisflokkurin ikki sleppir loysingini, ja, so eigur hann at fáa durafjórðingin. Fólkaflokkurin eigur ikki at ræðast Tjóðveldisflokkin, tí ræðslan, ið serliga løgmaður hevur, heldur lív í hesum Harakiripilotum.

Vit áttu nú at framt

? broytingar innan ríkisfelagsskapin

? skattalætta fyri allar inntøkur.

? Bygt Føroyar uppaftur.

Tað átti at verið ein meiriluti fyri hesum politikki á Føroya Løgtingi. Løgmaður eigur, eftir míni hugsan at hugsa um Føroyar og vælferðina, og tí skipa eina breiða samgongu við Javnaðarflokkin og Sambandsflokkin.

Tað hevði verið í tráð við ein sera stóran meiriluta i Fólkaflokkinum. Tað vísir nevniliga seinasta veljarakanning.


Fullveldisbrotsverki bert eydnast tí Sambandspolitikkur er rikin í verki:

Fullveldisætlanin hevur alla tíðina verið eitt brotsverk ímóti Føroyum. Hesin glæntrileikur hevur bert gingið, tí loysingarsamgongan í verki hevur ført ekspansivan Sambandspolitikk. Um loysingarpolitikkur varð framdur høvdu skerjingar verið á øllum økjum og serliga í Tórshavn har almenni sektorurin er størst. Og skattahækkingarnar øðiligar.

Um Tjóðveldið og Fólkaflokkurin høvdu havt framgongd um neyðugar loysingar skerjingar, uppsagnir og skattahækkingar vórðu framdar seinastu 3 árini við útliti til somu OYÐIMARKARGONGD komandi 20 árini, fer ein at ivast í. (Tá høvdu einstakir rithøvundar uttan iva havt tilfar nokk at skriva um í einum kreppuraktum Føroyum). Men framgongd tá teir fremja Sambandsflokspolitikk, stórt sæð, tað vísir, at vit í Sambandinum eru á rættari kós.


Nýskipanaruppskotið

neyðugt:

Á ríkisrættarliga økinum er nú neyðugt at taka undir við komplettum Sambandspolitikki og seta í verk Nýskipanaruppskot Sambandsfloksins.

Tað er nevniliga trygt fyri allar føroyingar og Føroyar.

Tað kunnu vit liva við ? øll.

Vit siga nei til at høvuðsrættur okkara verður tarabløð.