Sambandslóg íslendinga

Brot úr fullveldissøgu íslendinga tey 25 árini Danmark og Ísland stóðu saman sum fullvalda ríkir.

Árið 1904 bórust tey tíðindir úr Danmark, at høgra menn høvdu mist sæti í Stjørnuni, og vinstra menn vóru komnir til ræði í teirra stað.
Stjørnin legði fram á Altingi 1902 uppsksot til stjørnarskrá broytingar um at seta serstakan ráðgeva fyri Ísland, búðsitandi í Reykjavík og áhugin millum íslendingar var stórur fyri málið.
Skyldan í hesum starvið var, at eygleiða tað, ið fór fram í stjørnarviðurskiftinum, og var hann sostatt umboð millum Alting og kong og varða av, at tað í var broytt millum ríkisting og Altingið í stjørnarskránni altíð kom at verða íslendingum til framburð og frama.
Framvegis skuldi hann tó flyta sermál Íslands fyri kongi og ríkistingið. Hettar uppskot var staðfest av kongi 3. okt. 1903.
Í feb. 1904 var Hannis Havstein settur ráðharri, og íslendski ráðgevari í Keypmannahavn avtikin og landshøvdingaembæti lagt niður.
Í tess stað var sett stjørnarráð í Reykjavík.
Árið 1906 andaðist Kristian IX kongur og eftir hann tók Fríðrikur VIII við krúnuni. Fríðrikur kongur legði miklan áhuga á vælferð tegna sína á Íslandi! Eins og tað vælvild og góðvilja faðir hansara Kristian IX kongur hevði gjørt.
Fríðrikur kongur kom til Íslands í 1907 og vóru tingmenn og ráðharrar við á ferðini. Kongur skipaði so fyri ,at nevnd var mannað av íslendingum og dønum, ið sum best kundi javna og greiða tær misskiljingar og tyngri spurningar, sum vóru millum tjóðirnar, og fara so fram, at ráð vóru fyri semju og nøgd, partanna millum, men har vóru mál, ið danir ikki sóu seg kunna góðtaka, sum viðurskiftini tá stóðu, við tí úrsliti at menn reistust frá borðið uttan at úrslitini komu at falla so út, sum ætlað og hugsað var við byrjan.
Gingið var so fra, á hesum sinni, og var málið tikið upp av nýggjum til viðgerðar tá nakað av tíð var gingin, men tann roynd gav lítið ella einki úrslit, og tað av góðari orsøk! Tí um tað mundi 14. mai 1912 doyði Fríðrikur kongur! og við kongssætinum tók Kristian X.
Á ríkisráðnum 22. nov. 1913, lýsti kongur vegna flaggmálið, at hann forðai ikki fyri íslendsum "Serfána", men íslendingar vóru ikki nøgdir og ivaleyst var grundorsøkin tann, at serfánin røkk ikki longur, enn til landshelgislinju. Hettar hevur óivað í hesum føri verið hugsan kongs, at íslendski Serfánin røkk yvir alt íslendskt øki av landi og út á ysty sjómørk og hevur ríkistingið helst hildið seg til tann galdandi forfatning fyri Ísland sum á teimum tímum var á Íslandi.
Men íslendingar sóu hettar sum eina avmarking, ið var sett fyri Serfána Íslands, og tað hugaði teimum ikki.
19. juni 1915 var nýggj stjørnarskrá staðfest millum Alting og kong, sambært henni var m.a. vælrætturin rúmkaður í tann mun, at kvinnum var veitt vælbæri og fingu sostatt kvinnurnar fullan vælrætt frá hesum degi at rokna.
Tað er líkt til, at semja var um, at fánamálið skuldi koma aftur á ríkisskránna árið 1918.
Men íslendingunum hóvaðu lítið, at fána og sambandsmálið skuldi setast út til árið 1918. Men tað var júst tað árið at full semja kom í lag landanna millum og harvið sambandslógin smíða sum kom at verða grundstøði undir fullvedið Íslands.
Á summrið 1918 var sambandsmálið millum íslendingar og danir av nýggjum tikið til viðgerðar. Tað var so skipað fyri at samráðingarnar skuldu fara fram í Reykjavík, og vóru fýra manns settir frá íslendska Altinginum og fýra frá ríkistingið dana. Úr somu keldum verður sagt, at tá minnið enn trýggjar vikur vóru gingnar høvdu hesir nevndarmenn arbeitt eitt skjal fram á borðið sum kom at verða mikið umtalaði sambandssáttmálið millum danir og íslendingar nevndu samráðingarnar var uppskot, ið samtykt var á Altingið í stjørnarskránni frá árinum 1915 við stórum meiriluta.
Eftir samtykt millum íslendingar og danir skuldi atkvøðast um hettar uppskot, og fall tað so út, at 100 atkvøður vóru fyri, móti 20 í ríkistinginum og í landstinginum 42 atkvøður fyri og 15 vóru ímóti.
Her skuldi sostatt eingin ivi verið og við tí úrslitið at eitt sameint ting møtti hjá kongi Kristian X sum staðfesti sambandslógina og setti hana í gildi við undirskrift 30. nov. 1918 og var sostatt sett í verk frá 1. des. 1918 og var hettar sambandslógin, ið var í gildið í rúmlig 25 ár og undir henni bar og var Ísland fullveldisland til teir 17. juni 1944 proklamerða við "Lýðveldið" á Íslandið.
Fullveldisviðurkenning1. des. 1918
Hátíðarhaldið var ikki skipað fyri á fullveldisdegnum í býnum, og var semja millum stjørnarráðslimir vegna fyrra verðaldarbardaga, sum tá júst fyri stuttm var lokin, og sum voldið hevði heimsumfatandi oyðingar, líðingar og tíning av ótaldum mannalívum, skuldi hesin dagur fara fram á hógligum og friðsomum stigi. Dagurin skuldi vera við Stjørnarhúsbygningin kl. 11.45 í Reykjavík.
Kl. 11.30 byrjaðu fólk at streyma úr øllum ættum til Lækjartorgi:
Tey sumk serstakliga boðin vóru til hesa søguligu løtu, embætismenn, ritsjórar, ráðharrar úr øðrum londum o. s. v. savnaðust við dyr stjørnarráðsins.
Manning av vaktarskipinum Islands Falk myndaðu heiðursfylgi á stjørnarráðsstaðnum og undir stjørnarhúsinum stóð savnaður lúraflokkur undir stjørn Reynis Gíslasonar. Kl. 11.45 byrjaði henda sermerkta løta, við at lúraflokkurin tó at leika "Eldgamla Isafold".
Eftir ta flutti Sigurður Eggert uttanríkisráðharri, vegna fráverðu forsætisráðharran fram røðu, sum eg her vil loyva mær at taka nøkur brot úr.
Íslendingar!
Hansara hátign kongur vár; hevur staðfest Sambandslógina í gjár, og tessvegna verður hon sett í gildið í dag.
Ísland er vorðið viðurkent fullvaldarríki, hesin er dagur, ið er mikil dagur í vári tjóð. Íslendingar hava verið samdir um hesa fyriskipan, og eru vit nú komnir til tað mark og mál, sum íslendska tjóðin hevur sæð fram ímóti.
Søgan verður ikki søgd í dag, hon livir í huga tjóðarinnar. Her verða eingi nøvn nevnd; tó eitt navn, sum lýst hevur hátt yvir øllum øðrum nøvnum og á sínum breiðu veingjum hevur livað í allir tjóðini, navn Jóns Sigurðsonar: Hann var (Foringi). Hann var leiðari alra íslendinga meðan hann livdi. Og minni hans síðan hann doyði hevur verið leiðara stjørn fyri hesa tjóð.
Aftan fyri hesa søk og mál, eru ikki bert stjørnmálamenn tá røðast skal um slíkt skifti og hina nýggju søgu, nei: tað eru allir.
Bóndin sum stendur við orvið og røktar jørð sína, hann eigur lut í síni søgu. Dagleiðarin sum veltir steinin úr gøtuni, so har verður farbart, hann eigur lut í síni søgu. Sjómaðurin, sum situr við dragið, tekur lut í sínum søgum. Allir sum innan sítt verk og lívsstarv leggja síni evnir og megi til, til gagn og framburð fyri íslendsku tjóðina, teir eiga søguna, og tað er skylda okkara alra.
Hansara hátign Kong Kristian X hevur við sambandssáttmálanum sett tað í verk, sum faðir hansara Kong Fríðrikur IIX skilti og hevði fulla virðing fyri hugsan og ynskjum, okkum íslendinga her á landi.
Og í gjár hevur kongur játtað og gjørt úrskurð um "Tjóðfána" Íslands. Tjóðarflagg íslendinga sum veitra skal frá í dag yvir hini íslendsku tjóð.
Í heitinum vælvildarhuga og tign, andar íslendska tjóðin móti kongi várum. Flaggið er tekin um várt fullveldið. Flaggið er hugmynd, hvørs stórverk sum vunnið er av okkum, økir virðið um flagg várt. Um tað er vunnið á havsins bylgjum í bardaga við brim og vandasjógvar, ella tá framtøk landinum til frama verða sett í verk. Ella í vísunduni og føgrum listum, tí mennskari tjóð vár er, tess hægri verður flagg várt vert.
Hetta er fræmi og frægd vára tjóð og kongi várs til heiðurs.
Vær biðum Alfaðir; Varveit tú íslendsku tjóðina
og kong vár, Kristian X.
Vit biðja Alfaðir um styrki til at lyfta flaggi til heiður og frama,
til framburð og eyðnu fyri íslendsku tjóðini og kongi várum.
Við hesum orðum so draga vit várt flagg í húnarhátt.
Í sama bili bleiktraði íslendska flaggi á Stjørnarhúsinum, samtíðis sum fløgg vóru drigin á stong víða um alla Reykjavík.
Tá heilsaðu herskipini "Islands Falk" við 21 skotum, ein heilsa, sum er altjóðasiður, og sum soleiðis var hin fyrsta uttanlanda kvøða sum Ísland fekk, tá teir á fyrsta sinnið drógu tjóðflaggi á stong, sum fullvalda ríki.
Skipsstjørnin á Islands Falk, heldur røðu, sum eg partvís loyvi mær at endurtaka nakað av her fyri niðan.
Sum fulltrúði Danmarkar á hesari hátíðarligu stund, vil eg taka tað fram, at hesi 21 kanónskot vórðu skotin frá kanónunum á tí skipi, sum mær er givin tann heiður at stjørna, og vóru hesi skot latin av, eftir fyriskipan donsku stjørnarinnar, og er tað tann fjøld at skotum sum sambært allheims lógum, ið er avgerð og viðtøka landa millum til heiðurs fyri tjóð og flaggi.
Við hesum er frá Danmarkar síðu sýnt hin fyrsta týdningarmikla uttanlendis heilsa og viðurkenning, og er tað donsku tjóðarinnar fulla vón og ynski, at sátt og semja verður at fara fram, nú londini bæði eru vorðin samd um sáttmálan sum nú er settur í gildi landanna millum.
Eins og tveir fullvalda norrøna brøður, eru Ísland og Danmark, hóast tengd saman við ymiskum bondum, fyrst og fremst við hansara hátign kongi várum, og danska tjóðin er fullviss í tí, at tá nú øll taka hendur saman í inniligum og gagnligum treysti, til at loysa hini mongu verkevni sum hesar broyttu og nýggju tíðir, koma at leggja bæði á hina íslendsku og donsku tjóð, og teirra herðar.
Tað er veruliga ikki eyðsætt, at skilja kenslur og sinnalag hvør hjá øðrum, enn tó hugsi eg, at bróður várar íslendingar lætt skilja donsku tjóðina sum higar til dags hevur kent, at hon hevur staði sum smátjóð, ið tekur í tí sum ferð fram, eftir tí førimuni, sum hvør dagur krevur og gevur.
Tó Guð, sum so manga ferð, og mangan hátt hevur sýnt okkum monnum, at hann elskar rætt men hatar órætt, Hann fer valla at gloyma donsku tjóðina fyri tað, at hon er farin fram við rættferð og í øllum lutum samvitskusemi hevur verið monnum efst í huga, so bróðratjóð vár Ísland ikki í minstu søk skuldi koma at líða órætt ella verða fyri ónøgd í Fullveldismálum, ið starvast skulu um nú, og rættarsnórur verða skal landanna millum í teim árum sum fyri framman liggja.
Guð signi framtíð bæði Íslands og Danmarkar, og Guð varveiti Kong okkara;
Eftir tað spæli "Lúðraflokkurin" Kong Kristian.
Og eftir tað var rópa nýggju falda hurrá fyri kongi.
Til seinast tók forseti sameinda Altings Jóhannes Jóhannesson borgarstjórið til máls, og skal nakað av tí hann segði takast við her.
Tað er við tøkk og heitum kenslum, at vit við hesa søguríku hátíðarløtu minnast sambandsríki várt Danmark.
Okkum er hetta alt meira hugaligari tá Danmark er fyrsta ríkið, sum viðurkent hevur fullveldi Íslands og hevur nú sýnt okkum tann mikla sóma at lata stórt Herskip bíða her, til tess at heiðra flagg várt og við hettar høvi lata koma í ljós samhug og samfagna við okkum á hesari stund.
Eg eri fullvísur í, at eg tali fyri munn hvønn einasta íslending, tá eg higan frá, lati ljóða tær inniligastu kvøður við vón um at Danmarkar ríki má búnast og blómast, og er tað hjartasøk okkara um sterkt og vaksandi brøðralag í samvinnu millum donsku og íslendsku tjóðina, teim báðum til gagn og sóma.
Eftir hesa røðu leikaði aftur lúðraflokkurin danska tjóðsangin: Det er et yndigt land. Og eftir tað var rópa hurrá fyri Danmark.
Seinast tók lúrðraflokkurin at leika "O Guð várs lands". Síðan var rópt hurrá fyri hinum Íslendska Ríki.
Í bókini "Tjórættarsamband Íslands og Danmarkar" eftir jur. Einar Arnórson, sum var ein fulltrúi íslendinga í sambandslagsnevndini 1918, har hann m.a. tekur so til orða:
Alt ov fáir íslendingar hava lisið sambandslógina nágreiniliga nokk, og ikki er tað sjáldan, at politiskar greinar og røður eru villleiðandi hugmyndir, sum hin vanligi maðurin á gøtuni skal ganga og grunda yvir, uttan at fáa viðurskiftir landsins at hanga saman.
Eg hugsi, at vit skuldu lagt okkum hesar reglir í geyma.