Formaðurin í Sambandsflokkinum er í speiska lagnum fyri tíðina. Í dag boðar hann frá, at hann í morgin fer at seta Høgna Hoydal, landssstýrismanni í fiskivinnumálum, ein munnligan fyrispurningum sokallaðu fiskivinnunýskipanina.
Hann setur landsstýrismanninum tveir spurningar. Hin fyrri er, hvussu nógvir nýggir aktørar eru komnir inn í fyrsta lið í fiskivinnuni við nýggju lógini um sjófeingið, meðan hin seinni er um landsstýrismaðurin er nøgdur við gongdina, nú vinnuspírarnir, sum Bárður Nielsen kallar teir, selja seg úr fiskivinnuni.
Bárður á Steig Nielsen vísir á, at Høgni Hoydal fleiri ferðir hevur nevnt, at eitt av høvuðsendamálunum við nýggju fiskivinnulógini, er at øll skulu sleppa framat í fiskivinnuni.
- Nú lógin um sjófeingið hevur virkað, kunnu vit staðfesta, at tað ikki eru nógvir nýggir aktørar komnir framat í fyrsta liði í fiskivinnuni, sigur formaðurin í Sambandsflokkinum.
Hann vísir eisini til avgerðina hjá Thor at selja fleiri av sínum fiskiskipum og spyr tí, um Høgni Hoydal er nøgdur við gongdina.
- Nú um dagarnar síggja vit hvussu vinnuspírarnir, ið hava roynt at sloppið inn í vinnuna seinastu árini nú selja seg úr fiskivinunnuni og hópin av familjum missa sítt inntøkugrundarlag, sigur Bárður á Steig Nielsen.