Sambandsfólk eru til reiðar at slíta samgonguna

Tey finna seg ikki longur í framferðini hjá Miðflokkinum

 

 

Sambandsfólk í Suðurstreymoy finna seg ikki longur í framferðini hjá Miðflokkinum

Tað er hent fleiri ferðir, at ávíst landsstýrisfólk úr einum av minstu flokkunum á tingi, er við til at máa støðið undan koronupolitikkin hjá landsstýrinum. Tað staðfestir Føroya Væl, sum er veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum í Suðurstreymoy.

 

Í eini felags fráboðan frá fundinum siga tey, at tað sær út til, at ein ávísur flokkur í landsstýrinum beinleiðis gongur ímóti korunupolitikkin hjá landsstýrinum. Tey sipa til Miðflokkin, har landsstýrismaðurin, Jenis av Rana, boðaði frá, at hann vildi ikki lata seg koppseta, samstundis sum at løgmaður staðiliga heitti á fólk um at lata seg koppseta. Miðflokkurin hevur eisini, í fleiri førum, sáað iva um koronutilmælini hjá landsstýrinum.

 

Tey vísa á, at hetta er ein koronupolitikkur, sum flest allir føroyingar royna at fylgja, sostatt taka teir samfelagsábyrgd - men nú er tað so ein partar av landsstýrinum sjálvum ikki vil fylgja teimum.

 

– Løgmaður og formaður í Sambandsflokkinum eigur at taka neyðug stig til, at hetta stegðar beinanvegin, sigur veljarafelagið hjá Sambandsflokkinum í Havn. Tey leggja afturat, at heldur tað fram, skal tað fáa avleiðingar fyri viðkomandi, sum máar støðið undan koronupolitikkin - tí tað eigur ikki at koma fyri.

 

– Verður tað neyðugt – og er tað til skaða fyri flokkin - eigur Sambandsflokkurin eisini at umhugsa at slíta samgonguna, sigur Føroya Væl.

 

Sambandsfólk í Suðurstreymoy finna seg ikki longur í framferðini hjá Miðflokkinum