Bárður á Steig Nielsen segði í síni formansrøðu á landsfundinum hjá Sambandsflokkinum, at flokkurin stuðlar ynskinum um, at tað skal verða ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunnlarnar í Føroyum. Tí hava teir lagt eitt lógaruppskot fram um júst tað.
Ein, ið hevur verið forsprákari fyri tí og sum eisini er fyrrverandi tingmaður fyri Sambandsflokkin, er Marjus Dam. Hann segði á fundinum, eins og hann hevur sagt ofta, at avtalan um tunnlarnar var klár og sigur, at tá Vágatunnilin er afturgoldin, tá skal hann handast aftur til landið. Landstýrið metir tó, at felagið eigur at rinda peningin aftur, ið landið hevur sett í.
Tað er tó ikki full semja í flokkinum um hetta mál. Niels Nattestad og Eivind Jacobsen, fyrrverandi tingmaður, søgdu báðir, at tað var eingin trupulleiki, at eitt lítið gjald var á at koyra í undirsjóvartunnlunum. Veganetið og tunnilin skulu haldast við líka og peningur, ið kom inn kundi markast til tunnilin og til viðlíkahald.
- Ferðafólk, sum koma til Føroya øtast tí tað er so bíligt at ferðast í Føroyum. Vit kunnu saktans taka ein lítla upphædd uttan at tað ávirkar nakað, segði Niels Nattestad.
Eivind Jacobsen hevði somu støðu sum Niels Nattestad. Hann segði, at tað vórðu alt ov nógv dømir uppá, at vegir og annað ikki hevði fingið neyðugu fíggingina og tað var vandamikið, um sama hendi við Vágatunnlinum
- Eg havi altíð verið ivasamur í um tað er rætt at koyra heilt ókeypis. Pengar skulu merkjast til viðlíkahald. Hygg bara at byrgingini til Haraldssunds, tunnilin til Hvalbiar og so framvegis. Tað kann lættliga gerast vandamikið um einki verður gjørt, sigur Evind Jacobsen.