Sambandsflokkurin vil privatisera

Sambandsflokkurin skjýtur upp, at farið verður undir varisliga at privatisera Føroya Bank og Føroya Tele. Júst sama uppskot varð felt fyri einum ári síðani.

 

Føroya Banki og Føroya Tele skulu á privatar hendur, stendur tað til Sambandsflokkin. Eitt ár eftir, at júst sama uppskot fall í løgtingininum, mælir flokkurin enn einaferð til at fara undir eina stigvísa og varisliga privatisering av almennu partafeløgunum.

Í fyrsta umfari skulu 10-15 prosent av partabrøvunum í Føroya Tele og Føroya Banka seljast privatum, og síðani skulu 10-15 prosent seljast ár um ár.

Hóast arbeitt verður við at meta um virðið á almennu feløgunum og ætlanin er at selja tey einaferð í framtíðini, so er lítið sannlíkt, at Sambandsflokkurin fær savna nóg stóra undirtøku fyri sínum uppskoti. Tá ið málið var fyri í fjør, atkvøddu bert fimm tingmenn fyri uppskotinum, sum sostatt fall.

Eins og í fyrra uppskotinum, skjýtur Sambandsflokkurin eisini í hesum uppskotinum upp, at partabrøvini bara skulu seljast føroyingum. Men allir føroyingar skulu ikki hava líka góðan møguleika at keypa partabrøvini. Flokkurin heldur, at tað skal kannast, um teir 6000-7000 partaeigararnir í Føroya Banka kunnu fáa ein fyrimun fram um onnur, tá ið partabrøvini skulu seljast. Hetta skal sambært flokkinum gerast fyri at røkka út til ein breiðan keyparaskara beinanvegin.

Talan er um eitt uppskot til samtyktar, har heitt verður á landsstýrið um at leggja uppskot fyri løgtingið um privatiseringarnar. Sambandsflokkurin hugsar í fyrsta umfari bara um Føroya Tele og Føroya Banka, men onnur feløg kunnu eisini koma við í ætlanina.