Fyrrapartin hevði Sambandsflokkurin framløgu av sínari valskrá til fólkatingsvalið síðst í hesum mánaðinum. Flokkurin stillar upp 17 valevni - í ymiskum aldri, sum búgva kring um landið.
Nøkur av slagorðunum hjá flokkinum til hetta valið eru: "Saman um Sambandsflokkin, "Saman røkka vit longri", og "Saman eru vit tryggari".
Um síni hjartamál í ríkisfelagsskapinum sigur flokkurin, at tey vilja hava framhaldandi modernisering og virkna menning av ríkisfelagsskapinum, sum soleiðis ikki skal avviklast, men útviklast ella mennast, sum tikið verður til.
- Vit skulu gagnnýta møguleikar okkara millum, beina burtur marknaforðingar og styrkja samstarvið millum londini.
Sambandsflokkurin heldur tað vera heilt náttúrligt, at tey eiga annað umboðið á Fólkatingi, og uppgávan hjá umboðnum verður, at -
* Virka sum bindilið millum danskar og føroyskar myndugleikar.
* Umboðið skal slóða fyri teimum málum, sum vit hava í felag og luttaka í samráðingum um hesi mál.
* Tryggja samstarv og samskifti við áhugabólkar.
* Umboða Sambandsflokkin í Fólkatinginum og samskipa arbeiðið við tað, sum hendir politiskt í Føroyum.
* Hava eftirlit og uppfylging av teimum málum, sum hava týdning fyri Føroyar.
* Veita hjálpartænastur til føroyingar og føroyskt vinnulív, sum hava áhugamál í Danmark og eisini hjálpa dønum og donskum fyritøkum, sum hava áhugamál í Føroyum.
* Skipa fyri ráðstevnum og kunnandi virksemi um Føroyar og føroysk áhugamál sum t.d. "Føroyar á geopolitiska heimskortið".
##med2##
Sambandsflokkurin hevur eisini gjørt ein snøggan faldara til valið, og her verður spurningurin settur, hví fólk skulu velja Sambandsflokkin á Fólkating.
Í faldaranum verður sjóneyka eisini sett á nøkur ítøkilig øki.
Hesi øki snúgva seg eitt nú um altjóða samstarv um uttanríkis-, trygdar-og verjupolitikk, tryggan búskap, umhvørvis-og veðurlagsgransking, heilsupolitikk, hægri útbúgvingar, løgreglu og kriminalforsorg og mentanarpolitikk.
##med3##
##med4##