Musikkskúlaskipanin hevur borið føroysku børnunum nógv gott og tí ynskir Sambandsflokkurin nú at seta á stovn eina listaskúlaskipan eisini.
- Staðfestast má, at musikkskúlin hevur verið og er ein grundsúla undir tónleika- og sanglívinum kring alt Føroya land í mong ár, bæði á amatør- og yrkisstøði. Eisini er stórur partur av symfoniorkestrinum í dag mannaður við føroyingum, sum hava tikið tónlistarliga yrkisútbúgving ymsastaðni í heiminum, men sum eru byrjaðir í musikkskúlanum í Føroyum. Ein listaskúlaskipan hevði heilt avgjørt verið við til at ment skapanarevnini hjá børnum og ungum, og harvið eisini ment og ríkað listina í Føroyum í ókomnum døgum - eingin ivi um tað, skrivar Sambandsflokkurin í viðmerkingunum til løgtingsuppskotið, sum kemur til fyrstu viðgerð í dag.
Sambandsflokkurin hevur lagt uppskot til samtyktar fram um at gera eina listaskúlaskipan í Føroyum. Eitt uppskot til samtyktar merkir, at løgtingið heitir á landsstýrið um at fara undir at gera eitthvørt.
Í hesum førinum er tað eina listaskúlaskipan skipað eftir sama leisti sum musikkskúlaskipanin.
- Tað er gjøgnum listina, at børn og ung lætt koma í samband við síni skapanarevni og fáa møguleika at menna tey. Eisini eru nógv á einum máli um, at list bæði kann økja um innlæringarevnini hjá børnum og ungum, samstundis sum list eisini kann ríka kenslulívið. Tað er tí av stórum týdningi, at børn og ung fáa møguleikan at fáa serstaka undirvísing á listarliga økinum, og her hevði ein listaskúlaskipan verið ein góð loysn, skrivar flokkurin.
Listaskúlaskipanin skal, eins og musikkskúlaskipanin, fevna um børn og ung í fólkaskúlaaldri.
Fyrsta viðgerð av uppskotinum er í dag og síðani verður málið beint í mentanarnevndina.