Nýtt Samband: Sjálvstýrispolitiskt útspæl frá Sambandsflokkinum

Við útspælinum "Nýtt Samband" vil flokkurin vísa á, hvussu ríkisfelagsskapurin kann nútímansgerast

Í 2015 royndi Sjálvstýrisflokkurin at enduruppfinna seg, og skifti tá navn til Nýtt Sjálvstýri. Í dag legði Sambandsflokkurin fram uppskot um 'Nýtt Samband', sum í grundini er rættiliga sjálvstýrissinnað, tá hugsað verður um, hvør avsendarin er.

 

Í útspælinum, sum varð almannakunngjørt á einum tíðindafundi í Norðurlandahúsinum í dag, skrivar flokkurin millum annað, at "Ríkisfelagsskapurin skal hava ein nútíðarhóskandi og jaligan diskurs, Føroyar skulu hava alsamt størri rásarúm og víðkaðar karmar at virka undir, og verandi praksis skal formskipast."

 

Um endamálið við uppskotinum skrivar flokkurin, at "Miðað verður eftir eini nýskipan av ríkisfelagsskapinum – einum Nýggjum Sambandi, við Føroyum sum eitt sjálvstýrandi land í ríkinum. Fyrimunir eru við at halda fast í einum ríkisfelagsskapi – í einum dagførdum hami – tí felagsskapurin er broytiligur, tó at kjarnan er hin sama."

 

Tríggir høvuðstættir

 

Útspælið nertir við tríggjar høvuðstættir: Uttanríkis­, trygdar­ og verjupolitikk,  lógarkarmarnir í ríkisfelagsskapinum og ríkisveitingina

 

Í stuttum leggur Sambandsflokkurin upp til, at ein nýggj heimastýrislóg – ella sjálvstýrislóg – verður gjørd, ið skal loysa av gomlu heimastýrislógina og uttanríkispolitisku heimildarlógina frá 2005. Føroyar skulu hava størri uttanríkispolitiskar heimildir, her allur uttanríkispolitikkur, ið bert viðvíkur Føroyum, skal verða umsitin í Føroyum.

 

Flokkurin vísir eisini á, at ríkisveitingin við tíðini kann niðurlagast, uttan at vit "spæla hazard við vælferðini og haldførinum í Føroyum".

 

"Tørvur er á einari nýggjari heimastýrislóg – eini sjálvstýrislóg – sum skal skapa nýggju karmarnar fyri Føroyum, sum eitt sjálvstýrandi land í ríkinum", skrivar flokkurin. Henda lógin staðfesta, at um Føroyar ynskja at loysa seg úr felagsskapinum, so eru tað føroyingar sjálvir sum avgera tað. Teir nýggju føstu karmarnir fyri uttanríkis­, trygdar­ og verjupolitikkin skulu eisini staðfestast í lógini, og uttanríkispolitiska heimildarlógin skal setast úr gildi.

 

Summi mál skulu framhaldandi vera undir donskum ræði – ella felagsmál, sum tað verður kallað í heimastýrislógini.

 

• Grundlóg

• Gjaldoyra

• Kongshús

• Rættarskipan

• Politi, ákæruvald og kriminalforsorg

• Uttanríkis­, trygdar­ og verjupolitikkur (partvíst)

 

Uppskotið hjá Sambandsflokkinum kann lesast her.