Privatiserin
?Fiskavirking skal ikki privatiserast nú, tí tað er føroyskt vinnulív ikki til reiðar til í løtuni.
Alfred Olsen, løgtingsmaður ger greitt, at sambandsflokkurin tekur ikki undir við at privatisera Føroya Fiskavirking beint nú.
Og tað kemur kanska óvart á tey flestu, tí sambandsflokkurin hevur erð eftir ferð ført fram, at hann er ikki fyri, at tað almenna eigur vinnulív.
Og talsmaðurin hjá sambandsflokkinum í vinnumálum leggur eisini dent á, at hendan aðalhugsjónin hjá flokkinum er als ikki broytt.
Tí leggur hann afturat, at sambandsflokkurin sum so tekur undir við at Fiskavirking skal privatiserast.
? Men tað skal vera ein skynsom privatisering og ætlanini, sum nú fyriliggur, taka vit ikki undir við, sigur Alfred Olsen.
? Í fyrra lagi halda vit, at at Fiskavirking skal varðveitast sum ein eind og tí eru vit ímóti tankanum um at liða hana sundur í fleiri fyritøkur.
? Í øðrum lagi halda vit, at tíðin er ikki búgvin til at privatisera Fiskavirking beint nú.
?Fiskavirking er ein heild, har hvørt virkið hevur hevur sínar serligu uppgávur. Tí skal Fiskavirking síggjast um ein heild og tað er hendan heildin, sum ger Fiskavirking so sterkt og effektivt, sum tað er.
Harafturat kemur, at vit nú fáa fast samband um Vestmannasund og tað ger, at eisini virkið hjá Fiskavirking í Miðvági verður drigið nærri upp í hesa heildina.
Bitin er ov stórur
Sostatt heldur Sambandsflokkurin, at tað er umráðandi at varðveita Fiskavirking sum eina heild.
Og flokkurin heldur, at hendan heildin er ov stórur biti hjá føroyskum vinnulívi at taka á seg í løtuni.
? Vit eiga at minnast til, at tað eru bara nøkur fá ár síðani, at vit vóru í eini álvarsamari kreppu. Og hóast vit eru komin merkiliga skjótt fyri okkum aftur, hevur vinnulívið enn ikki ment so nógv, at tað ber til at fara undir eina skynsamiliga privatisering av Fiskavirking.
? Tað er neyðugt, at vit fyrst finna okkum sjálvi og fáa fótin fastan, uttan beinanvegin at selja Fiskavirking, ?bara tí at tað er farið at geva yvirskot.
? Kanska verður tað um nøkur ár, at vinnulívið verður nóg sterkt til tað eru fyritøkur, sum verða førar fyri at keypa Fiskavirking og varðveita tað sum eina fyritøku. Men í løtuni er tað ikki støðan.Tí skal Fiskavirking heldur ikki privatiserast enn, sigur Alfred Olsen.
Mugu ikki missa ræðið
Sigur tú við hesum, at Fiskavirking bara skal bjóðast út í Føroyum?
?Summi siga, at vit eiga ikki at vera so bangin fyri útlendskum kapitali. Men vit hava gjørt av at avmarka útlendska kapitalin í vinnulívinum. Eitt nú í alivinnuni á sjónum og skipini.
? Og vit halda ikki, at útlendskur kapitalur eigur at fáa ræði á føroyskum vinnulívið og tann sum eigur 51% av partapengunum í einum vinnutóli, hevur eisini ræði á tí. Tað er kapitalurin, sum stýrir, tað skerst ikki burtur, sigur Alfred Olsen.
Men, hví skal Fiskavirking privatiserast yvirhøvur tá ið hon virkar so væl?
? Vit hava eina aðalhugsjón sum sigur, at tað almenna skal ikki eiga vinnulív, tí tað fremur ikki dynamikkin í vinnulívinum. Eigur tað almenna vinnulív, fer nakað av kappingini og tað tænir ikki vinnulívinum.
? Orsøkin til, at Fiskavirking hevur virkað so væl, er, at vit hava havt fiskamarknaðin, har fiskurin verður boðin út í fríari sølu, har Fiskavirking er í kapping við onnur virki um fisking.
? Tað er orsøkin til, at Fiskavirking ment seg so nógv, sum hon hevur. Tað er tað fría fyritakssemi, sum skapar framgongd, sigur talsmaður sambandsfloksins í vinnumálum.