? Við Nýskipanaruppskoti okkara hevur Sambandsflokkurin eitt greitt boð upp á eina framtíðar skipan innan ríkisfelagsskapin við Danmark og Grønland.
Hetta segði Lisbeth L. Petersen, sum mánamorgunin legði fram valskrá Sambandsfloksins fyri føroysku miðlunum.
Hon segði, at fyri Sambandsflokkin eru vælferðarsamfelagið og persónliga frælsið hjá tí einstaka meira virðismikil enn nationalistiskar hugsjónir, og flokkurin fer tí ongantíð at seta tey í váða í tilgongdini at gera Føroyar meira sjálvbjargnar.
? Við Nýskipanaruppskotinum vil Sambandsflokkurin greiða ríkisrættarligu viðurskiftini, har tey eru ógreið og seta í verk eina nýggja stjórnarskipan fyri Føroyar, sum skal avloysa verandi heimastýrisskipan. Soleiðis vil flokkurin framvegis ganga á odda á hóvligu leiðini fram ímóti størri sjálvbjargni innan fyri ríkisfelagsskapin við Danmark og Grønlandi, segði hon.
Í punktformi sigur Sambandsflokkurin seg vilja hava, at:
o Vit skulu staðfesta, at Føroyar er ein sjálvstýrandi tjóð í ríkinum.
o Vit skulu varðveita ríkisfelagsskapin og hava felags grundlóg og kongshús
o Vit skulu framvegis hava somu ríkisborgararættindi.
o Vit skulu framvegis hava tvey umboð á Fólkatingi.
o Vit skulu fylgja Danmark í gjaldoyraviðurskiftum, eins og verju- og uttanríkispolitikkur formliga eiga at vera umsitin av ríkismyndugleikunum.
o Vit skulu í høvuðsheitum varðveita rættarskipanina.
o Vit skulu kunna yvirtaka øll onnur mál, so hvørt sum Løgtingið ella Fólkatingið tekur avgerð um tað.
o Á henda hátt gerast Føroyar alt meira sjálvbjargnar.
o Á henda hátt varðveita og menna vit persónliga frælsið og vælferðarsamfelagið Føroyar.
o Á henda hátt varðveita og geva vit komandi ættarliðum fjølbroyttar møguleikar í altjóða høpi.
Í millumlandasamráðingum fer Sambandsflokkurin á skynsaman hátt at lýsa sjónarmið Føroya. Innan Norðurlandaráðið vil flokkurin styðja eitthvørt tiltak, íð miðar ímóti størri norrønum samarbeiði, mentunarliga og fíggjarliga.
Ein góð samstarvsavtala við ES er av alstórum týdningi fyri okkara útflutningsvinnu, og neyðugt er, at vit framhaldandi hyggja eftir møguleikunum fyri nýggjum avtalum, nú ið fleiri nýggj lond eru á veg inn í felagsskapin.
Lægri skatt - meira virksemi
Sambandsflokkurin vil fremja ein skattareform, sum bæði fer at lætta um hjá tí einstaka og fer at verða fremjandi og mennandi fyri øktum virksemi.
Føroyar eru eitt av teimum londunum, har fólkið livir undir hægsta skattatrýsti í heiminum. Hetta minkar um hugin til at útbúgva seg, at arbeiða og gera ein eyka innsats.
Við skattareforminum vil Sambandsflokkurin tryggja, at tað altíð skal loysa seg at arbeiða, tí arbeiðshugurin og ágrýtnið hjá Føroya fólki eru fremstu fortreytirnar fyri framburði og vøkstri í føroyska búskapinum.
Sambandsflokkurin vil hava at:
<sum$?$end$!$Tað altíð skal loysa seg at arbeiða meira
<sum$?$end$!$Skatturin av eyka arbeiði verður 40% í staðin fyri núverandi 60%
<sum$?$end$!$Tað skal vera lætt at rokna skattin út
<sum$?$end$!$Skattaskipanin skal vera løtt at umsita
<sum$?$end$!$Skatturin á arbeiðsinntøkum skal minka
<sum$?$end$!$Verandi fjaldu/innbygdu skattahækkingarnar verða burturbeindar

Sambandsflokkurin ásannar, at tað er umráðandi, at landsins fíggjarmegi verður væl umsitin, og at gjølla verður ansað eftir fíggjarviðurskiftunum hjá landi og kommunum, so fólkið ikki skal gjalda meira enn neyðugt er.
Almenna fyrisitingin
Sambandsflokkurin vil hava eina nøktandi, vælvirkandi og sterka almenna fyrisiting, sum kann veita borgarum og vinnulívi eina effektiva tænastu.
Nærdemokratiið skal styrkjast við at fleiri egnað málsøki so við og við verða løgd út til kommunurnar at umsita. Skal tað gerast veruleiki, mugu tær liggja saman í hóskiligum støddum.
Aðalráðini í landsfyrisitingini eru vorðin ov nógv. Við samanleggingum verða tey umskipað soleiðis, at tey gerast færri í tali.
Vinnulív
Sambandsflokkurin vil tryggja framhaldandi vælferð við at skapa fyritreytir fyri búskaparligum vøkstri.
Sambandsflokkurin fer at virka fyri at skapa best møguligar karmar fyri allar greinar í vinnulívinum. Virkiskarmarnir skulu gerast so víðir sum gjørligt og bindingar og forðingar skulu fáast av vegnum.
Møguleikarnir hjá útlendingum at seta pening í føroyskt vinnulív skulu betrast við at endurskoða verandi treytir og forðingar.
Tað skal gerast lættari hjá tí einstaka at seta á stovn og reka egið virki. Sambandsflokkurin vil seta í verk vinnufremjandi skipanir til tess at stuðla upp undir nýhugsan og nýskapan í vinnulívinum.
Sambandsflokkurin vil fremja:
<sum$?$end$!$Vøkstur gjøgnum arbeiðsmegina
<sum$?$end$!$Vøkstur gjøgnum íløgur
<sum$?$end$!$Vøkstur gjøgnum ígongdsetarar og kveikjarar
<sum$?$end$!$Vøkstur gjøgnum gransking og menning
<sum$?$end$!$Vøkstur gjøgnum frælsar marknaðir

Sambandsflokkurin vil brúka orku uppá at skapa best møguligar karmar um vinnulívið heldur enn at veita beinleiðis stuðul, soleiðis at Føroyar framyvir hava eitt stuðulsfrítt vinnulív.
Allar vinnufyritøkur og grunnar, sum virka undir vanligum marknaðartreytum, eiga at verða einskildar.
Arbeiðsmarknaður
Persónligt frælsi merkir fyri Sambandsflokkin eisini frælsi hjá tí einstaka sjálvum at velja, um hann ynskir at halda fram at arbeiða eftir at hava rokkið formliga pensiónsaldrinum.
Føroyska vælferðarsamfelagið hevur brúk fyri øllum tøkum kreftum, eisini teimum, ið eru farin um 67 ár. Sambandsflokkurin vil varðveita verandi pensiónsaldur, men ynskir at veita teimum, sum hava hug og kreftir til tess, møguleika at halda fram at arbeiða.
Sambandsflokkurin virðir ábyrgdarfulla samráðingarrættin hjá pørtunum á arbeiðsmarknaðinum. Flokkurin hevur tað grundsjónarmið, at møguligar broytingar í reglunum á hesum øki eiga at vera framdar í samstarvi við allar partarnar á arbeiðsmarknaðinum.
Sambandsflokkurin virðir rættin hjá tí einstaka sjálvum at velja, hvørjum fakfelag, hann ynskir at vera limur í.
Samferðsla
Bert við eini vælvirkandi samferðslu millum allar partar av landinum, eru fólk og vinnulív uttanfyri miðstaðarøkið tryggjað javnbjóðis vinnuligar og mentunarligar karmar. Tí vil Sambandsflokkurin halda fram við at útbyggja samferðslukervið, so flutningurin av fólki og farmi verður tryggari og lættari.
Tunlar eru tryggasti og lættasti samferðslumøguleikin um sund og um fjøll. Tí eigur at verða hildið fram við tunnilsgerð eftir eini raðfestingarætlan, sum hevur atlit til metingar um ynskini á staðnum, og sum hevur búskaparlig fyrilit.
Umhvørvi
Sum framkomið samfelag eiga Føroyar at taka sín part av altjóða ábyrgdini fyri okkara felags umhvørvi.
Sambandsflokkurin leggur dent á at reka ein virknan umhvørvispolitikk, sum byggir á sjónarmiðini í Rio- sáttmálanum um burðardygga menning. Tað inniber millum annað, at vit eiga at leggja størri dent á at brúka tær alternativu orkukeldurnar, sum vit hava møguleikar fyri at troyta her á landi. Hetta eigur altíð at gerast við atliti til umhvørvislig árin.
::::MYNDATEKSTUR:::::
Lisbth L. Petersen er forkvinna Sambandsfloksins ? og harvið er hon eisini løgmansevni hjá flokkinum. ? Ikki »um«, men »tá« vit koma í samgonu, sigur hon
Mynd: Álvur Haraldsen