Sambandsflokkurin skapar kuril á tráðnum

Fiskivinnunýskipanin letur til at draga út, nú løgmaður sigur, at 1. februar ikki er nakar skeringsdagur í tilgongdini til nýgga fiskivinnulóg.

Samgonguflokkarnir hava í eina tíð samráðst um ein leist til eina nýggja fiskivinnuskipan. Í fjør boðaði løgmaður frá, at 1. februar skuldi eitt uppskot til nýskipan vera klárt, og síðani skuldu andstøðuflokkarnir sleppa fram at uppskotinum, at seta síni fingramerki á, áðrenn uppskotið varð borið niðan í Løgtingið.

 

Nú hevur løgmaður tó boðað frá, at 1. februar ikki skal skiljast sum nakar skeringsdagur og sambært ting.fo, kemur hetta óvart á fleiri av hansara samstarvsfeløgum. 

 

Samgonguflokkarnir hava verið til samráðingar, men nú skilst, at at rumbul er í Sambandsflokkinum um úrslitið av samráðingunum við hinar flokkarnar. Fráboðanin frá løgmanni kann tí benda á, at andstøðan má bíða væl longri enn til 1. februar, áðrenn teir sleppa til samráðingarborðið.

 

Sambært ting.fo er tað tí møguligt, at fiskivinnunýskipanin als ikki verður samtykt í hesum valskeiðnum.