Tað var ein skemtandi Bárður Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum, sum í morgun legði fram at valskránna hjá Sambandsflokkinum í Smæruni í Tórshavn.
Undir yvirskriftini Vælkomin til Føroyar 2030 gav formaðurin teirra boð um hvørji átøk skulu gerast til frama fyri føroyska samfelagið.
- Sambandsflokkurin hevur sett sær fyri, at vit vilja hava eitt samfelag í serflokki í 2030, var greiði boðskapurin hjá formanninum, tá hann byrjaði framløguna.
Hóast eyguni eru vend móti 2030, vóru ítøkiligu vallyftini kortini munandi færri enn tað, ið aðrir flokkar hava víst á seinastu dagarnar. Í høvuðsheitum vóru fýra bólkar við lyftum, ið skulu fáa veljararnar at seta kross við Sambandsflokkinum 31. august.
Innan heilsuverkið var viðgerðartrygdin høvðustátturin. Vallyftið frá fólkatingsvalinum hevur aftur fingið innivist í valskránni hjá flokkinum, og lovaði Bárður Nielsen, at um flokkurin kemur í samgongu, fer man alt fyri eitt at virka fyri, at eingin føroyingur skal bíða í meira enn 30 dagar fyri at koma í viðgerð.
Úti í heimi ynskir flokkurin at virka fyri, at vinnulívið fær betri atgongd til sendistovukervið hjá Danmark, og í nøkrum førum seta egnar sendistovur á stovn.
Barnafamiljurnar og pensjónistarnir vóru heldur ikki gloymda í valskránni, men lovaði formaðurin, at hækka barnafrádráttin við 2.000 krónur fyri hvørt barnið og grundupphæddina hjá pensjónistum við 500 krónum.
At enda lovaði formaðurin at skapa betri karmar til vinnuna, tó uttan at fara í nakrar ítøkilig vallyfti hesum viðvíkjandi. Í staðin ásannaði hann, at neyðugt er at skipa ferðavinnuna betri, seta ferð á tøkniligu menningina og fremja broytingar í fiskivinnuskipanina.

Sambandsflokkurin setir kós móti 2030

