Arne Winthereig
-----
Samgonguskjalið er undirskrivað, og borgarligi vongurin, ið fekk so dyggan stuðul til løgtingsvalið, hevur skrivað sítt samgonguskjal. Hetta er eitt sera nógv útskeldað samgonguskjal, tí hetta gongur beinleiðis ímóti polunum í politikkinum. Sosialdemokratiski vongurin mótmælir av tí sterkasta eina flatskattaskipan, meðan tjóðskaparvongurin mótmælir eina tiðning av blokkinum afturvirkandi.
Tað er lítil ivi um, at fyri at Sambandsflokkurin skuldi fáa sína prístalsregulering av ríkisveitingini ígjøgnum, so skuldi nógv gevast. Nógv er givið. Sambandsflokkurin hevur latið næstan alt samgonguskjalið til konservativa Fólkaflokkin, og eingi frambrot kunnu væntast innan vinnulív ella menning av hesum samfelagnum næstu fýra árini. Tað stendur so í øllum førum greitt, eftirsum eingin orðing í samgonguskjalinum ber brá um hetta. Meira verður skrivað um sjálvt samgonguskjalið og ymsu málini ella mangul upp á tað sama í øðrum greinum á hesari heimasíðuni.
Ein flatskattaskipan verður sett í verk eftir ynski frá Fólkaflokkinum. Her gongur Sambandsflokkurin beinleiðis ímóti sínum kjarnuvirðum. Um Sambandsflokkurin heldur, at ein prístalsregulering av ríkisveitingini hálar kjarnuvirðini innaftur, so tekur Sambandsflokkurin feil.
Sambandsflokkurin er einasti flokkur, ið gongur inn fyri einum tøttum samstarvi í ríkinum. Hetta merkir, at vit skulu njóta sama livistøðið og hava somu fortreytir, sum hinir borgarar í ríkinum. Við at innføra flatskatt, so ger Sambandsflokkurin júst tað øvugta. Sambandsflokkurin eggjar til stættarmun, har allir borgarar ikki hava somu fortreytir til eitt gott lív. Við hesum tekur Sambandsflokkurin og blástemplar ætlanini hjá Fólkaflokkinum at ganga burtur frá skandinaviska vælferðarmodellinum og yvir ímóti amerikanska modellinum. Á henda hátt flytast Føroyar spakuliga, men sikkurt burtur frá tí vælferð og livistøðið, sum hinir borgararnir í ríkinum fáa.
Okkara ungdómur, sum lesur í Danmark og hevur ætlanir um at koma heimaftur, vil við hesum tiltøkum heldur verða verandi í einum samfelag, har mobiliteturin og tryggleikin gera, at livistøðið hjá flest øllum borgarum verður sett í hásæti. Vit eru ein partur av norðurlondum, sum hava hægst vælferð pr. íbúgva í heiminum. Hetta ætlar Fólkaflokkurin nú at avmontera við at veita skattalætta til teir breiðastu herðarnar.