Tað er ikki nóg gott, at politikkur sambandsfloksins viðvíkjandi ríkisfelagsskapinum ikki er krystalklárt og ikki ber til at misskilja.
Men tað er ein trupulleiki, at flokkurin ikki hevur meldað heilt klárt út. Men sum er, kann tað skiljast, ella misskiljast, soleiðis, at flokkurin ikki hevur eina greiða linju, men gongur í bólkum. Og tað ber ikki til, helt Jákup Joensen, fyrrverandi tingmaður Sambandsfloksins.
Orðingin í nýskipanaruppskotinum er ov ógreið, heldur hann, og spyr,um tað er tí, at flokkurin ikki torir at fara út við síni hugsan um ríkisfelagsskapin í hesum fullveldistíðum.
Sambandsflokkurin eigur at staðfesta, sum tað eisini stendur í nýskipanaruppskotinum, at Føroyar eru ein sjálvstýrandi tjóð í ríkisfelagsskapinum, segði Jákup Joensen á landsfundi Sambandsfloksins.
Har vóru tó sjálvandi greiðar støður í ritinum, gleddist hann um.
Men at føroyingar skulu yvirtaka mál, um Løgtingið og Fólkatingið taka avgerð um tað, helt hann vera, at flokkurin skýtur egna skútu í »sænk«, tá vit samstundis siga, at vit skulu vera sjálvstýrandi tjóð í ríkisfelagsskapinum.
Hann helt eina grund til hetta vera, at sambandspolitikkarar eru ov lítið eldhugaðir fyri sínum egna nýriti.
Hann helt tað vera ov lítið fingið burtur úr einum uppriti, sum kostaði meira enn 400.000 krónur, tá tað ikki var greiðari orðað enn tað, hann dugdi at fáa burturúr.
»Leggið á annan bógv og snikkið til eitt meira sigandi, meira klárt og týðuligt nýskipanaruppskot«, heitti Jákup Joensen, fyrrverandi løgtingsmaður, á sambandsfólk.
Trygvi F. Guttesen, næstformaður í Sambandsflokkinum, ásannaði, at flokkurin eigur at vera greiðari og má koma við einum boðskapi, sum ikki er til at misskilja.
Lisbeth L. Petersen, løgtingsmaður, segði, at nýskipanaruppskotið er eingin lóg, men eitt samráðingaruppskot. Tí helt hon tað ikki vera so øgiliga farligt, um onkur orðing var eitt sindur leys. Tí tað ber ikki til at fara til samráðingar við eini fastlæstari støðu, segði hon.
Jákup Joensen svaraði, at hann skilti tað eisini sum eitt samráðingaruppskot. Men hann helt tó fast um, at fyri tað skuldi tað vera so greitt orðað, at eingin skuldi kunna misskilja tað.