Sambandsflokkurin ógvusliga afturgongd

Tað vísir vegleiðandi veljarakanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri Miðlahúsið. Tó skulu ávís fyrivarni takast fyri kanningini.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Allan Dalsgarð greiða frá veljarakanningini

 

Hevði val verið í dag, so høvdu brúkararnir á spyr.fo við valrætti givið samgonguni ein stóran framaná.

 

Sambandsflokkurin hevði verið stórsti taparin í mun til at vera stórsti flokkur á valinum í 2011, tá hann fekk 24.7 prosent av undirtøkuni. Eisini Fólkaflokkurin, sum fekk 22.5 prosent av atkvøðunum á løgtingsvalinum í 2011, hevði tódnað í eina helvt sambært kanningini.

 

Stóru vinnararnir eru andstøðuflokkarnir, har serliga Javnaðarflokkurin veksur í mun til keðiliga valúrsliti frá 2011, umframt at tey í Tjóðveldi fara nógv fram.

 

Allan Dalsgarð frá spyr.fo vísir tó á, at ávís fyrivarni eiga at takast. 

 

- Einans 285 fólk hava svarað kanningini, og tískil eiga vit at vera varug við yvirumboðan av ávísum fólkabólkum. Í hesum førinum, er talan um, at tað serliga eru kvinnur og fólk, sum eru búsett í Suðurstreymoy, ið hava svarað veljarakanningini, so hon skal takast fyri at vera ein vegleiðandi kanning, sigur hann.

 

Verður tó hugt at broytingunum í veljaraatburðinum, sæst eitt greitt mynstur. Fleiri av teimum, sum sambært kanningini settu sín kross við Sambandsflokkin og Fólkaflokkin í 2011, høvdu ikki ikki gjørt tað sama, um val var í dag. Veljararnir hjá Fólkaflokkinum og Sambandsflokkinum tykjast flyta seg yvir til Javnaðarflokkin ella siga seg ikki vita hvørjum tey høvdu atkvøtt fyri, tí Tjóðveldi stendur í stað.

 

Nýggja kanningartænastan bjóðar ein spildurnýggjan, bíligan og skjótan hátt at gera álítandi spurnarkanningar millum føroyingar. Hugskotið er, at føroyingar kunnu vitja heimasíðuna hjá spyr.fo og skráseta sítt telefonnummar og á henda hátt kann spyr.fo einfalt og ómakaleyst senda øllum brúkarunum spurnarkanningar.

 

(Greinin er dagførd í mun til tað, sum upprunaliga stóð at lesa.)