Alt gott um hetta uppskotið, sjálvandi er tað umráðandi at fáa staðfest hvør orsøkin til dálkingina er, og um vit kunnu gera nakað við tað.
Men tá Edmund í útvarpinum setir hetta uppskotið í samband við, at grindadráp er Føroysk mentan, og at vit missa hendan góða matin, so hongur ikki saman longur.
Edmund tú ert fremsti fortalari fyri ES limaskapi, um so verður, at Føroyar gerast limir í ES, so er síðsta grindin dripin í Føroyum.
Tá verður hvørki loyvt at drepa grind, skjóta fugl, ella taka havhestungar.
Tað er eisini ivasamt, um tað verður loyvt at fletta ein seyð í kjallaranum.
Taka vit Áland sum dømi, so er ikki loyvt at veiða fugl longur, tað er heldur ikki loyvt at seta gørn.
Tann dagin tað í Føroyum ikki er loyvt at drepa grind, skjóta fugl, taka havhestungar, seta gørn, fara á flot osv. tá vænti eg, at fleiri við mær siga, at tá kann mann tað sama búgva á Vesterbro.
Tú skrivar í greinini, at í áratíggju hava útlendingar funnist at føroyingum fyri at drepa grind. Nú er skjalprógvað, at størsta hóttanin kemur uttaneftir. Tíðin er komin at venda kanónunum.
Rætt hevur tú í tí, men tað finst ein enn størri hóttan móti hesum partinum av føroyskari mentan, og tað er Sambandsflokkurin.