Javnvágin millum samgongu og andstøðu broytist eitt sindur í nýggjari veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt fyri Miðlahúsið og Kringvarpið.
– Javnaðarflokkurin og Tjóðveldi standa í stað í tingfólkatali. Framsókn gongur fram.
Tað sæst í nýggjastu veljarakanning, sum Gallup hevur gjørt í døgunum 8. til 19. november.
Javnaðarflokkurin og Miðflokkurin ganga aftur í prosentum, ávikavist 1,6 og 1,5 prosentstig.
Hinir flokkarnir ganga allir fram – millum 0,2 og 1,0 prosentstig.
Hóast samgongan gongur aftur tilsamans 0,4 prosentstig, so gongur hon kortini fram í løgtingssessum. Tað er tí, at Framsókn í kanningini fær tríggjar tingsessir. Javnaðarflokkurin varðveitir sínar 8 sessir og Tjóðveldi sínar 7.
Í andstøðuni er tað Sambandsflokkurin, sum gongur fram við einum tingsessi, meðan Miðflokkurin og Sjálvstýri missa hvør sín. Fólkaflokkurin stendur í stað við 6 tingsessum.