Sambandsflokkurin álitið

Dag og dagliga hoyra vit um fólk, sum eru ónøgd við ta játtan, tey hava fingið á fíggjarlógini. Hetta er galdandi fyri stovur og stovnar, pensionistar og lesandi ungdóm og onnur við

Orsøkin er, at vit hava ein landskassa, sum hevur ov lítla inntøku. Har er ov lítið at deila út av.
Tað kundi verði øðrvisi, men fýra av teimum seks flokkunum hava sagt nei takk til eina árliga inntøku uppá 400 mió. kr.
Til øll hesi ónøgdu vil eg seta ein einkultan spurning: Hvønn velja tit, tá tit fara á løgtingsval?
Um tit hava valt ein av hesum fýra flokkunum, sum hava avskrivað hesar nógvu milliónir av inntøku, dugi eg ikki at síggja, at tit skulu vera ónøgd við onnur enn tykkum sjálvi, ónøgd yvir, at tit ikki hava hugsað tykkum betur um, tá tit settu krossin.
Tann av landsstýrisfólkunum, sum tað hevur gingið mest út yvir, er Rósa Samuelsen, landsstýriskvinna við almannamálum, fyri hennara sparingar á sínum málsøki. Fremst í røðini av hesum ónøgdarkóri hevur staðið Hans Pauli Strøm, fyrrverandi landsstýrismaður.
Hann átti at skammast, tí hann veit betur.
Rósa Samuelsen hevur fingið álagt at halda seg til ta játtan, hon hevur fingið og kann ikki, sum Hans Pauli Strøm gjørdi, tá hann sat við sama málsøki, brúka 175 mió. kr. út yvir ta peningaupphædd, honum var tillutað. Vantandi inntøkur hjá landskassanum loyva henni ikki størri peningajáttan, tí vit hava avskrivað okkum eina landskassainntøku uppá 400 mió. kr, árliga.
CHE-samgongan sá dagsins ljós undir leiðslu av Javnaðarflokkinum.
Um so skuldi verið, at henda samgonga bleiv sitandi, og Hans Pauli Strøm hevði verið sitandi sum landsstýrismaður við almannamálum, hevði upphæddin, sum hann hevði fingið at ráða yvir, verið væl minni enn tann, sum Rósa Samuelsen nú situr við, við tað at blokkurin skuldi minkast við 117 mió. kr. aftrat teimum 400 mió. kr., sum hann longu var minkaður við.
Hetta var tað, sum Javnaðarflokkurin skrivaði undir uppá í samgonguskjalinum.
Hetta var tann prísurin, sum Javnaðarflokkurin vildi, at Føroya fólk skuldi gjalda fyri at hava Jóannes Eidesgaard sitandi í løgmanssessinum.
Sambandsflokkurin hevur víst á møguleikan at fáa landskassanum eina eyka inntøku við at tiðna blokkin. Men har stendur hann einsamallur. Ein skuldi trúð, at Javnaðarflokkurin tók undir við hesum. Men eftir útsøgn frá formanni Javnaðarfloksins, sær tað út til, at tað hevði verið lættari at fingið Tjóðveldi at tikið undir við hesi uppfinning enn Javnaðarflokkin.